Ein skúlasystir er farin

Týsdagin 21. nov. møtti eg Ing­vør Nolsøe í mið­bý­num, og hon bar mær tíð­ind­ini, at systir henn­ara, Katrin, var deyð í Keyp­mann­a­havn dagin fyri.

Hetta vakti í mær mong minni.

 

Í august mánaði í 1953 fóru 91 næmingar í skúla í Klaks­vík og vórðu skipaðir í tríggj­ar flokkar.

 

Sjálvur kom eg at ganga í 1. c, har ið pápi var floks­lær­ari.

 

Nær ið henda floks­mynd­in av okkum er tikin, veit eg ikki vist, men tað man vera í 2. ella 3. flokki.

 

Sjálvur standi eg undir lið­ini á pápa. Í aftastu røð eru hinir dreingirnir: Hjørleif, Jákup Petur, Idar, Jógv­an Martin, Andrias og Pet­ur Jacob, róptur Piddi.

 

Í miðraðnum standa gent­ur­nar: Birta, Svanna, Odd­vør og dreingirnir Magni, Leivur, Markus, Jógv­an og Jógvan Martin (úr Haraldssundi).

 

Fremstar sita gent­ur­nar: Margreta, Sigga, Nic­ol­ina, Elinborg, Elsba, Eydna, Margit, Katrin og Magna.

 

Skúlaskipanin var so­leið­is tá, at eftir 5. flokk varð roynd hildin, og úrs­lit­ið av henni gjørdi av, um vit sluppu í millumskúla. Tey, ið ikki stóðu royndina, fóru í 6. og 7. flokk og so úr skúla­­num. Hini hildu fram fýra ár í millumskúlanum og tók­u millumskúlaprógv. Sekst­an av hesum árganginum (úr øllum trimum flokk­u­num) hildu fram og tóku real­prógv í 1963.

 

Eg minnist bara alt gott um mín­ar floksfelagar, og Katr­in við sínum lætta lyndi stendur altíð framm­ar­laga, tá ið eg minn­ist aftur á barna- og ung­dóms­ár í Klaksvík.

 

Hon var elst av teimum níggju so fyrikomandi og skap­andi  børnunum hjá Lis og Eli Nolsøe. Kvik og skjót­tonkt, smílandi og blíð­lynt.

 

Ja, tá ið eg um fjúrtan ára aldur fann fram á sjó­mans­rím­una hjá Hans Andr­i­asi, sum byrjar við hes­um ørindi:

 

 

 

“Katrin býr á strondini, og Katr­in hon er fitt,

 

sunnukvøld í dansinum, eg havi hana hitt.

 

Katrin læar hjartaliga – dansar lætt av stað –

 

Katrin býr á strondini, og hon er altíð glað”.

 

 

 

undraðist eg stórliga á, hvussu skaldið mundi ken­na henda floksfelaga mín úr Víkunum.

 

Onkuntíð mintust vit aft­ur á tíðina, tá ið vit gingu til, og lestrarbørnini savn­að­ust uppi við Spinnaríið, har ið vit spældu einkj­u­mann­a­maka og onnur spøl, hes­um líkt. Ella tá ið vit dreingir fingu nýggj­­ar súkklur og fóru í flokki út at reika. Tann, sum tá fekk Katrina upp á við­før­is­beran, hann var ikki eing­in maður.

 

Katrin kundi sum einki tikið realprógv, vildi hon tað, men hon gavst, tá ið hon hevði staðið mill­um­skúl­a­roynd­ina og vildi sleppa til Keyp­mann­a­havn­ar at royna seg. Óføra fitt var hon í hondunum og fekk sær útbúgving sum klædn­a­sniðgevi, giftist og setti búgv uttarlaga á Eyst­ur­brúgv.

 

Av tí at elsta systir mín, Tóra, búði ikki so langt frá Katrini, hendi tað seg, at vit hittust av tilvild, og fyri einum tveimum ár­um síðani hittust vit i mið­b­­ýnum í Havn, og vit buðu henni og tveimum systr­um hennara á BRELL dag­in eftir. Har fingu vit eitt stutt­ligt prát.

 

Olivur og Elsa tóku í summ­ar stig til, at vit – nú 70 ár vóru liðin, síðan vit fóru í skúla – skuldu hitt­ast 1. august í ár.

 

Av teimum 91, sum gingu í hesum trimum flokk­u­num, eru fleiri farin fold­um frá, og onnur hildu seg ikki til at koma. Vit vóru 25, sum møttu.

 

Anfinnur Heinesen tók í­móti okkum í Varp­i­num og vísti okkum nýggja mentanarhúsið í Klaks­vík. Síðan varð far­ið við bussi niðan um bý­l­ingin á Uppsølum. Har varð steðgað, og Andr­as Sólstein greiddi frá grevstr­inum niðri á Toft­um við Borðoyavík og vísti okkum á allar nýggju útstykkingarnar, sum gjørdar eru, síðani vit gingu í barnaskúla.

 

Aftaná var hugnaligt borð­hald í Gamla seglhúsi.

 

So sjúk Katrin var, vildi hon koma til hesa sam­komu­løt­u­na, og eins og vit øll hugn­aði hon sær væl.

 

Tá ið eg beyð Katrini far­væl, kysti eg hana á enn­ið.

 

Nú er hon farin, og vit minn­ast við takksemi eitt vakurt vinalag.

 

 

 

Árni Dahl