Ein smeitur at missa bróstkrabbalæknan

- Tað var ein dyggur smeitur, at Landssjúkrahúsið spældi sær av við Kristján Skúla Ásgeirsson, sigur Mary Antonsdóttir.

 

Keypir tú jólagávur?

- Eg keypi jólagávur og geri mær ómak at finna ta røttu gávuna - og ikki bert okkurt tilvildarligt. Í summum førum er eitt gávukort hent, tá eg ikki veit, hvat eg skal keypa.

Tað sigur Mary Antonsdóttir.

Hvussu hava jólini verið hildin?

- Eg havi hildið jól heima saman við mínari familju, tó er elsti sonurin ikki heima hesi jólini, men siglir úti sum stýrimaður.

Mary Antonsdóttir sigur, at tey vóru í kirkju jólaaftan, síðan ótu tey dunnu og rísingreyt omaná. Seinni pakkaðu tey gávur upp og spældu spøl. Sjónvarpið verður ikki hugt nakað serligt í ein slíkan dag.

- Eini siðbundin jól, har jólahugni og kvalitetstíð saman eru kjarnan um høgtíðina.

Hon sigur, at ætlanin eisini var at fara ein túr umborð á Norrønu, sum liggur við bryggju í Havn um jólini. Her er beiggi hennara Bogi skipari og hann skuldi arbeiða um høgtíðina.

Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?

- Tað allar besta, sum er hent í ár, er, at eg fekk ein vælskaptan og elskuligan ommuson, og at yngri sonur mín flutti heimaftur úr Danmark. Annars frøist eg um, at míni hava tað gott.

Mary Antonsdóttir vísir á, at Heilsuhjálparafelag Føroya, har hon er forkvinna, gjørdi nógv burtur úr undan løgtingsvalinum í ár.

- Eitt av okkara valynskjum var at fáa stytt arbeiðsvikuna. Tað var eitt satt vónbrot, at einki hendi á tí frontinum. Røktarstarvsfólk megna illa at arbeiða fulla tíð, tí arbeiðsbyrðan er ov stór, og normeringin ov lág, og hetta sæst aftur á lønini, ásannar hon.

Og hvat er tað keðiligasta?

- Eg veit ikki, um orðið ”keðiligt” er nøktandi at brúka, men tað var ein dyggur smeitur fyri bróstkrabbameinsøkið í Føroyum, at Landssjúkrahúsið spældi sær av við tann allar besta serfrøðingin á økinum, Kristján Skúla Ásgeirsson.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini eru hjartanna høgtíð. Samveran við familjuna hevur alstóran týdning. Vit steðga á, fara niður í gear og njóta jólafriðin - og minnast, at Jesus bleiv føddur, sigur Mary Antonsdóttir.