Veitsla
Leygardagin 3. november verður skipað fyri veitslu fyri teimum, sum gjøgnum árini hava virkað í Føroyingahavnini, bæði á landi og sjógvi. Stigtakarar til tiltakið, sum verður á Sjókaféini í Runavík, eru kvinnurnar, Sólvág Bolstad og Sólborg Joensen, sum báðar arbeiddu har yviri í í sínari tíð.
Sólvág er ættað úr Sandvík, men býr í Havn, meðan Sólborg er ættað úr Kolbanagjógv og býr í Skálafirði.
- Báðar arbeiddu á Sjómansheiminum í Føroyingahavnini, meðan eg arbeiddi har yviri, sigur Ólavur í Mittúni í Klaksvík, ið byrjaði sum hjálparfólk í 1968 og tók við sum leiðari í 1970.
Nú tiltakið ”Vit tóku land”, sum tey rópa tað, verður á Sjókaféini, hevur Ólavur eisini ein leiklut sum fyriskipari.
- Eg var í Føroyingahavnini í átta ár, og eg var eisini har yviri, tá virksemið var í hæddini.
Ólavur er útbúgvin maskinmaður, og áðrenn hann tók við leiðsluni á Sjómansheiminum, passaði hann eisini el-verkið í Føroyingahavnini í eini trý ár.
Øll vælkomin
Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri veitslu fyri fólki, sum hava arbeitt í Føroyingahavnini ella róð út haðani.
- Fyrra veitslan av hesum slagi var 12. mars í 2005. Hon varð hildin á Hotel Føroyum, har eini 70 fólk sótu til borðs og hugnaðu sær gjøgnum kvøldið.
Ólavur sigur, at tær báðar, Sólvág og Sólborg, sum eisini tóku stigið í 2005, tá bara vístu á tey árini, sum tær høvdu verið í Føroyingahavnini.
- Nú bjóða vit til veistlu, har øll, sum hava starvast í Føroyingahavnini, eru vælkomin – bæði tey, sum hava arbeitt uppi á landi og tey, sum hava róð út har yviri.
Hann sigur, at á veitsluni fyri skjótt trimum árum síðan vóru ymisk fólk, sum hava havt sína gongd í Føroyingahavnini, og millum hesi var eisini Jens Kannuberg, sum í nøkur ár var stjóri á fiskavirkinum á Nordafar.
Tey, sum kundu hugsað sær at verið við í Sjókaféini leygardagin 3. november, mugu boða frá luttøku í seinasta lagi 20. oktober.
Í hesi vikuni verður lýst við veitsluni, og í lýsingini eru eisini tey telefon nummur, sum ringjast skal til fyri at boða frá luttøku.
Ólavur sigur, at tríggir rættir verða á skránni í Sjókaféini, og eisini verður kaffi og undirhaldi, sum tær báðar, Sólvág og Sólborg, taka sær av.
- Vit fara at vísa myndir frá tí góðu og gomlu tíðini, og vit fara eisini at vísa myndir, sum lýsa, hvussu Føroyingahavnin sær út í dag, sigur hann.
Spurdur, um tað eisini verður dansur, sigur hann, at tað ikki er óhugsandi.
Kostnaðurin fyri hvønn verður helst einar 390 krónur.
Ein familja
- Eg var eisini í Føroyingahavnini í 1968, tá virksemið har yvir var í hæddini. Tá høvdu vit mesta fólkið, sum nakrantíð hevur verið har yviri.
Ólavur sigur, at nógv virksemi var hesi árini.
- Her var fiskavirki, sum hevði nógv arbeiði, og her var oljubryggja, har nógv skip bunkraðu. Vit høvdu Sjómansheimið, og handlar vóru, sum seldu allan reiðskap og alt til proviantering. Í Føroyingahavnini var eisini hospital, sum vit róptu tað, og minnist eg rætt, hevði hospitalið fyrstu røntgen, sum var í Grønlandi.
Hann sigur, at tað vóru ikki bara skip, ið eru heimahoyrandi um okkara leiðir, sum tóku olju og proviant í Føroyingahavnini.
- Her vóru eisini russar og portugisar og skip úr ymiskum øðrum londum.
Ólavur sigur, at hetta var ein tíð, har nógvir mentalitetir møttust í Føroyingahavnini.
- Eg vil siga, at vit, sum arbeiddu har yviri og búleikaðust har gjøgnum summarið, vóru sum ein stór familja. Nú vóna vit at hitta mong av hesum fólkum aftur, sigur hann.
Men tíðin í Føroyingahavnini fekk eisini sín enda, tá toskurin í Grønlandi minkaði – og minkaði burtur í einki.
- Tey seinnu árini vórðu ymiskar royndir gjørdar við øðrum framleiðslum, men hesar eydnaðust eftir øllum at døma ikki, soleiðis sum ynskiligt var. Virksemið minkaði burtur í einki, og sum áttitiárini gingu, var einki virksemið eftir, sigur hann.
Ólavur vísir á, at fiskavirkið í Føroyingahavnini í sínari tíð hevði líka stóra frystiorku, sum øll fiskavirkir í Grønlandi tilsamans.
Illa frágingið
Hann dugir ikki heilt at siga, hvat tað var, sum dróg so nógvar føroyingar yvir til Grønlands, men vísir á, at tey plagdu at tosa um eina ”basillu” – Grønlandsbasilluna, sum tey róptu hana.
- Veðrið var ógvuliga gott, serliga um sumrarnar. Hóast veturin var kaldur, merkist hetta ikki so væl, tí sum heild var lítil vindur.
Tað nógva virksemið í Føroyingahavnini var um sumrarnar, og Sjómansheimið var bara opið einar seks mánaðir av árinum.
- Men eg var har yviri tríggjar vetrar eisini, og hetta dámdi mær eisini væl, sigur Ólavur.
Hann harmast annars um, hvussu illa Føroyingahavnin er frágingin av okkum føroyingum.
- Eg haldi, at vit kundu havt ruddað uppeftir okkum, áðrenn vit fóru. Nú liggur alt og sløðist har yviri, og tað sær avgjørt ikki vakurt út. Eg haldi, at vit skulu fara yviraftur og gera tað, sum enn liggur á láni. Tað er skomm fyri okkum, sum alt liggur og sløðist og rekst, sigur hann.
Hvat er problemið?
Vit spurdu eisini Ólav, hvussu tað kennist at vera ein av føroyingunum, sum í fleiri ár hevur havt sína inntøku í øðrum landi, samstundis sum vit í dag halda so fast um okkara egna arbeiðsmarknaða – og treyðugt vilja lata onnur sleppa higar at arbeiða, nú at kalla øll vinna og fiskifloti rópa eftir arbeiðsfólki.
- Eg trúgvi neyvan, at nøkur onnur tjóð hevur havt so nógv fólk í øðrum londum sum Føroyar, og tí dugi eg ikki at síggja, hvør tann stóri trupulleikin er – um hesi arbeiða heima hjá okkum upp á somu teytir, sum vit arbeiddu og arbeiða hjá teimum.
Hann sigur, at tykist undarligt at hoyra, hvussu føroyskir myndugleikar royna at halda útlendskari arbeiðsmegi burtur í Føroyum.
- Vit tóku land bæði í Íslandi og Grønlandi, og vit hava tikið land í nógvum øðrum londum við. Vit arbeiða eisini í nógvum ymiskum londum í dag. Tí dugi eg illa at síggja, hvør tann stóri trupulleikin er, um hetta er undir skipaðum viðurskiftum, sigur Ólavur í Mittúni, sum saman við Sólvág og Sólborg gleðir seg til veitsluna á Sjókaféini.