Vit MUGU hava eina skipan, ið stuðlar familjunum betur, tí sum støðan er nú, hokna foreldrini undir tungu byrðuni! Tað sigur Javni, sum er áhugafelagsskapurin hjá fólki við menningartarni, og familjum teirra.
Tí heitir Javni staðiliga á Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um at samskipa tænasturnar til tilboðini til familjur, ið hava børn við menningartarni og fjølbreki. Og tað skal gerast ongantíð ov skjótt, leggur Javni afturat.
Á Heimasíðu sín vísir Javni til frásøgnina frá eini mammu, har hon ger vart við, hvussu strævið og tungt tað er at fáast við tær almennu skipanirnar, sum av røttum skulu gera lívið betur og lættari hjá foreldrum, ið hava eitt barn, ið ber brek.
Hon sigur, at sum støðan er, mugu tey sjálvi finna út av, hvør hjálp er at fáa, og í nógvum førum er tað av berari tilvild, at tey finna út av tí frá øðrum foreldrum
Hetta ger tilveruna hjá familjuni sera trupla og ørkymlandi, tí umframt at vera foreldur, skulu foreldrini eisini samskipa eina ørgrynnu av fyriskipanum, ið ikki samstarva, umframt at tey skulu halda eyga við heilivági, og øðrum neyðsynjavørum. Tey skulu eisini hava dagligt samband við sjúkrahúsverkið fyri at bíleggja tað, teimum tørvar og harafturat skulu tey vera terapeutur av ymiskum slag.
Javni sigur, at hendan sama mamman fýliste eisini á, at tað tekur so langa tíð at viðgera umsóknir, at man skuldi trúð at tey sveisaði og gera alt sjálvi, sum man bíleggur.
Javni sigur, at hetta er ikki eindømi, tí hetta er ein støða, nógv foreldur at børnum við serligum tørvi, kenna seg aftur í. Tí vilja foreldrini hava eina skipan, ið er smidligari at hava við at gera, sum í hjálpir teimum at seta neyðugar fyriskipanir í verk.
Familjurnar vilja hava, at tænasturnar eru betur samskipaðar, bæði fyri at tryggja dygdina í tí, ið verður sett í verk, men ikki minst fyri at lætta um ta umsitingarligu byrðu hjá foreldrunum, soleiðis at tey í størsta mun “bara” skulu vera foreldur.
Harafturat hevði tað eisini givið familjunum størri tryggleika at tey vita, at onkur annar hevði tað stóra yvirlitið, og heldur um endan. Sum støðan er nú, liggur tað í alt ov stóran mun á foreldrunum sjálvum at finna út av, hvør tørvurin er, og hvagar ein skal venda sær fyri at fáa hjálp, sigur Javni.
– Ferð eftir ferð skulu foreldur ígjøgnum eina tunga og stirvna almenna skipan fyri at søkja umaftur og umaftur um ting, sum barnið vegna brekið hevur tørv á í áravís. Og tey mugu rykkja eftir svari upp á umsóknir, sum ofta taka langa tíð at viðgerða.
Tað ger ikki støðuna betur, at skipanirnar broytast alla tíðina, og at málsviðgerðarar verða skiftir út javnan. Eitt ítøkiligt dømi er um eina familju ið hevði haft 10 ymiskar málsviðgerðarar á Almannaverkinum, hóast dótturin bara var sjey ár.
– Sum støðan er nú, er tað eingin, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av at tryggja eina dygdargóða heilsuliga, menningarliga og praktiska tænastu til børn, ið bera brek. Vit hava fleiri skipanir, sum hoyra undir ymisk ráð, sum hvør í sínum lag gera sítt til at veita góðar tænastur - men tær samstarva ikki, staðfestur Javni.