Ein stoltleiki fyri høvuðstaðin

Nýggja Kirkjulundin við Vesturkirkjuna er ein fragd fyri eygað og ein stoltleiki fyri bæði kirkjuna og býin. Og longu nú hava bæði síl og villdunnur leitað sær til friðsæla blettin á Frælsinum


Seinasta sunnudag varð nýgjørda lundin omanfyri Vesturkirkjuna alment tikin í nýtslu. Heri Joensen prædikaði til gudstænastuna, og aftaná varð bjóðað til kaffi og køkur í kirkjukjallaranum, umframt at fólk fingu høvi til at spáka ein túr í lundini, sum hevur fingið navnið Kirkjulundin.
Ongin ivi er um, at nýggja Kirkjulundin longu nú tænir tí endamáli, stigtakarnir høvdu sett sær, tá arbeiðið byrjaði, nevniliga at fríðka og hugna um økið frammanfyri vøkru kirkjuni og harvið eisini um hendan eyðsýniliga blett í høvuðsstaðnum. Á økinum hevur borið til at fáa bæði hólma og hyl, og longu nú hava bæði síl og villdunnur leitað sær til lundina.
Liðavrik
Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður, greiðir frá, at hugskotið til lundina byrjaði longu at spíra, tá Vesturkirkjan fekk ognarrættin til økið í 1986. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at hetta kom at verða  eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum sjálvsagt fór at kosta nakað av peningi. À hvør sín hátt hava øll kirkjuráðini, sum hava sitið hesa tíðina, gjørt sítt til at savna inn pening, og fyri einum ári síðani bar tað umsíðir til at fara undir arbeiðið. Sjúrður leggur afturat, at Tórshavnar býráð allatíðina hevur sýnt ætlanini stóran áhuga og hevur stuðlað henni væl, bæði moralskt og peningaliga.
Hóast hugskotið er gamalt, hevur tað í stóran mun varveitt sniðið, sum tásitandi kirkjuráð legði út við. Og eftir at Marius Muller frá teknisku deild hjá Tórshavnar býráð kom við í arbeiðið og gjørdi endaligu tekningina lidna, var so at siga klárt at fara í gongd. Tað er Gunnar Waagstein, sum hevur staðið fyri byggiarbeiðnum, meðan Henning Thomsen hevur staðið fyri snøggu grótlaðingini, og fólk frá Hjálpirótini hava syrgt fyri, at plantur og runnar seta sín serliga dám á vøkru lundina. Nógv onnur hava eisini tikið eina hond í, og Sjúðrur Poulsen leggur áherðslu á, at nú arbeiðið stendur so gott sum liðugt, er tað í allar mátar talan um eitt liðavrik. Samlaði kostnaðurin á arbeiðinum liggur undir 3½ millión.
Rættará hvílir seg
Tá arbeiðið fór í gongd, stúrdu summi fyri, at Rættará fór at verða gloymd í øllum útgrevstrinum, men so er ikki.
- Vit hava frá byrjan lagt upp fyri, at Rættará skuldi verða ein partur av lundini, so tú kanst siga, at hylurin er í veruleikanum Rættará, sum bara hvílur seg eina løtu, áðrenn hon rennur víðari undir brúnni við Landavegin, sigur Sjúrður.
Í hylinum eru eisini gjørdir smáir fossar, og longu nú síggjast síl og villdunnur við ungum í hylinum. Sunndagin var sum vera man stúgvandi fult av fólki komið at hyggja at nýggju lundini, men ofta er størst møguleiki fyri at síggja dunnurnar um kvøldarnar, tí tá er meir friðarligt rundan um økið, sigur Sjúrður.
Standmynd á veg
Nú Kirkjulundin er liðug, dylur Sjúrður ikki yvir at hann er ómetaliga væl nøgdur við úrslitið. Og øll, hann hevur tosað við, eru samd um, at lundin er ein fragd fyri eyga og ein stoltleiki fyri allan býin og ikki minst ein virðilig inngongd til stórbæru kirkjuna. Men ætlaninar hjá kirkjuráðnum steðga ikki her. Komandi ár verður farið undir at fríðka meir um økið niðan móti Frælsinum, og gongur alt eftir ætlan, verður ein 3 metur høg súla við eini standmynd av Sigmundi Brestirsson reist á økinum um eitt ár ella so. Tað er kendi myndhøggarin Hans Pauli Olsen, sum skal gera standmyndina, og sum skilst, er listamaðurin so smátt farin í gongd við arbeiðið.