Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn, so hevur verið friðarligt í Havn í nátt. Men í Vestmanna er bátafestivalur, og tað merkir, at har eru nógv fólk. Men tað gekk eisini friðarliga fyri seg í nátt, sigur vaktleiðarin.
Tó so vóru tvey dømi, har menn vóru so druknir, at teir ikki kláraðu seg sjálvir. Annan mannin koyrdi løgreglan til hús, hin hevur so gist í brummuni á politistøðini í Havn í nátt.
Løgreglan er til staðar, tá slík tiltøk, sum bátafestivalur, er. Í dag møtir løgreglan við løgreglubátinum Óðini, sum fer at sigla millum bátarnar og kanna eftir, sum skilið er sum tað skal.
Eins og tá vit koyra bil, so er eitt promillumark fyri, nær tú ikki kanst føra bát.
Viðvíkjandi trygdini á bátafestivalinum annars sigur vaktleiðarin, at samarittarnar eru vælmannaðir í Vestmanna á bátafestivalinum, og teir halda til á havnarskrivstovuni.
Annars minnir vaktleiðarin á, at kvinnurenning er í Havn í dag, har runnið verður av Tórsbreyt eftir gongubretini fram við Ringvegnum oman móti Hvítanesvegnum og niðan móti Mannbrekku, har tær renna tvørtur um vegin og so oma í Hoydalar, har kvinnurenningin endar. Vaktleiðarin heitir á bilførarar um vísa varsemi á leiðini og serliga við Mannbrekku, har tær fara at renna tvørtur um vegin. Kvinnurenningin er frá klokkan 15-17 í dag.