"Ein Tóroddur um dagin, heldur keðseminum burtur"

Kim Simonsen ummælir filmin "Ein regla um dagin má vera nokk"

 

4 av 6 stjørnum.

»Ein regla um dagin má vera nokk«

Leikstjóri: Katrin Ottarsdóttir.

58. minuttir.



Hann situr mest og spælir guitar. Hevur góða tíð, og so er hann stuttligur. Tóroddur Poulsen er ein listamaður, sum ongantíð hevur viljað, at nakar skal siga, hvat hann er, hvat hann ger og meinar ella ikki meinar. Hann vil ikki lýsast, men vil sjálvur lýsa tey, sum royna at lýsa hann.

Filmurin "Ein regla um dagin má vera nokk" hjá Katrini Ottarsdóttir er trúgvur móti Tóroddi. Filmurin er sum Tóroddur skiftandi - livandi, hetrogenur - og torir at lata rútmuna skifta og spæla saman við rútmuni í yrkingunum og málningunum hjá listamanninum. Stundun brýtur í bæði borð, og onkuntíð er djúp tøgn. Hetta ger, at filmurin er alt annað enn keðiligur. 



Í krovið á listini

Tað góða við filminum um Tórodd, er at hann ikki er rein ævisøga. Tilgongdin er meiri her og nú, og tey fáu brotini um fortíðina hjá listamanninum koma inn í myndina á ein lættan og nátúrligan máta.

Eftir at hava sæð filmin eru vit ikki so nógv klókari um, hvør Tóroddur veruliga er, og tað er gott.

Vanliga ævisøguliga lýsingin, um at oldurabbin (so skulu vit síggja eina svart hvíta ella gulnaða bringumynd) var úr Trøllanesi, og langomman var systkinabarnið hjá Floru Heilmann og ein av forfedrunum var sunnudagsskúlalærari í Ebenezer, jada… jada…ja ... er langt frá brúkt í hesum filminum, og tað er ómetaliga gott. Vit fara beint í krovið á listini og ongum øðrum. Tóroddur sleppur sjálvur framat at lesa yrkingar, ofta alment og øll vita, at hann kanska er Føroya besti upplesari á einum palli saman við einum rokkorkestri. Tá er hann ein sum annar Laugesen. 



Listafólkafilmar

Sum filmsummælari og film(lista)savnari, havi eg ein veikleika fyri filmum um listafólk, serliga um høvundar, men eisini um modernaða list og listafólkalív. Konsertfilmar eru eisini ofta fínir, filmar um listafólkaklikur, skúlar og um arkitektar og eisini um listafólk, sum tordu, vildu, kundu og ja gjørdu tað bara. Eri eg á onkrum listasavni úti í heimi, so royni eg ofta at keypa ein DVD um listafólk, sum eg valla kenni og list, eg nærum ikki skilji. Hin seinasti, eg sá, var um Henrik Stangerup. Eisini havi eg hugnað mær við filmum um Inger Christensen, Piu Tafdrup, Peter Laugesen og Peter Seeberg. Hetta er alt filmar, sum eru verdir at síggja. Stórt sæð eingin av hesum filmum er rein ævisøga, teir draga meiri verkini hjá høvundunum inn í filmin og gera ein film úr verkunum, heldur enn um lívið hjá høvundanum. Sambandið milum ”skrivað lív” og livað lív er so ringt at fáa fatur á, at best er at gera eitt listarligt portrett. 



Styggur listamaður

Ein listafólkafilmur krevir eina serliga optik – okkurt háttalag og gott ”eyga” fyri listagreinini og serliga fyri listarliga heiminum hjá listafólkinum. Virðing fyri listamanninum er eisini neyðug.

Slíkir filmar eru løtumyndir og byggja á stór frával.

Katrin Ottarsdóttir hevur eina góða distansu til Tórodda, men eisini eina serliga optik. Hon kennir hann, men er ikki innforstaðin.

Ein og hvør fotografur veit, at eitt portrett sigur nógv um sjálvan fotografin, og tað klæðir filminum, at leikstjórin so ofta er at hoyra í bakgrundini.

Uppgávan er ikki løtt at gera eitt portrett av einum manni sum stendur aftanfyri einum so eksklusivum ritverki sum tað hjá Tóroddi. Tí riggar tað væl, at Katrin Ottarsdóttir brúkar myndir og tónleikin hjá Tóroddi at opna verkið og at fáa hann at tosa.

Uppgávan hjá Katrini Ottarsdóttir er torfør, tí Tóroddur er nú einaferð styggur sum ein vargur. Tað er samstundis eisini serliga sjarman og dámliga lagið, sum eykennir mannin, at hann er so smoykin og hvørvin. Onkuntíð hulin, í næstu løtu bonskur og harður, men altíð blíður onkursvegna. 



Treka samrøðan

Persónliga haldi eg nógv um nógv av tí, sum Tóroddur sigur. Kanska at hann nú letur stóru kanónirnar standa og skjóta 300 punds gotristykki omanyvir trúgv, religión, vantandi mentanarpolitikkin í Føroyum og bókmentafrøðingar, ja teir eisini..

Eg sakni kanska onkuntíð, at Tóroddur tosar eitt sindur meiri um aðrar yrkjarar og um ein poetikk, sum honum dámar og ikki bert turrgeldar bókmentafrøðingar og list, sum honum ikki dámar.

Filmurin er mest eykendur av einari trekari samrøðu, har leikstjórin roynir at fáa glið á ein listamann, sum verjir seg handan sína list. Tað, sum ger filmin góðan, er, at Katrin Ottarsdóttir fangar, at undir øllum skemtinum og handan ironiina er eitt menniskja, sum hugsar djúpar tankar um deyðan, um at liva við tankanum um lívið aftaná deyðan og ein maður, sum passionerað hatar skipaða religión og smáborgarligheit og mangt, mangt annað.

Her er hann eingin fremmandur í føroyskum høvundahøpi, tí William Heinesen hevði eina líknandi lívskenslu sum hana, eg haldi meg síggja, Tórodd leggja seg eftir. 



Okkurt úr ongum

Ottarsdóttir ger hesa dokmentarfilm triologiina við einari lítlari játtan. Hetta merkir, at stílurin er einkul, eitt kamera og hon klippir ikki tað vekk, sum ”klassiskt sæð” er illa filmað, sum til dømis mótljós. Hon er farin yvir til ein snapshot-estetikk, sum er so nógv frammi í dag.

Reint filmiskt dámdi mær best partarnir, har Tóroddur gongur eftir Istedgade á Vesterbro, framvið teim hørðu vertshúsunum, pusjarum og pornohandlum – ja fram við øllum, tí sum er ósambæriligt - sum Tóroddur einaferð sjálvur er tað. Her kom eg at hugsa um Jørgen Leth og filmin ”Jeg er levende” um Søren Ulrik Thomsen, men Katrin Ottarsdóttir hevur tíverri ikki heilt poetiska handalagið hjá Leth, men tað er eisini ov nógv kravt.

Við hesum filminum hevur Katrin Ottarsdóttir prógvað, at hon dugir at brúka hendan avmarkaða formin og hesa avmarkaðu játtan til at gera ein minnisverdan fínan lítlan film. Kreativitetur er kanska meiri enn nakað annað, at megna at gera okkurt burtur úr nærum ongum.