Ein túrur í góðveðrinum

Børn

Mikumorgunin var veðrið gott í Klaksvík, - so gott, at starvsfólk í Mylnuhúsinum avgjørdu at fara ein túr í býin við børnunum í vøggustovuni.
Á myndini síggjast fýra starvsfólk og níggju børn. Starvsfólkini eru v.m.: Oda Samuelsen, Anni Vilhelmsen, Ásla Haraldsson og Eyðna Hansen.
Børnini eru: Eyðálvur, Sólvá, Eivør, Silas, Rakul, Esmar Tórur, Hans Jacob, Jónrið og Ari.