Vit eru nú heima aftur í býnum og taka fyrst tað eina húsið niðan fyri Essaba (Café Natúr). Har búði Snikkar Hansen, vit kallaðu. So fara vit út gjøgnum Gongina. Har, sum Harald í Gongini handlaði, búðu tá Tora og Jóa Pól. Edvard Bærentsen átti tey húsini, sum Luffa og Harald Jensen búðu í. Hann átti eisini tey við síðuna av. Har hevði hann skómakaraverkstað uppi á loftinum. Á skjøldrinum hekk ein stórur stivli. Tað næsta er gamla Apotekið. So koma vit til Betsy í Funningsstovu og so gamla Bókahandilin.
Tætt hjá stóðu eini heldur stór hús, sum langt síðan eru tikin niður. Tað er umleið har, sum parkeringsplássið oman fyri Landsbankan er. Hans Jakku Andreasen búði har, áðrenn hann flutti út á Argir.
Har, sum Sjóvinnubankin varð bygdur (nú Pf. Trygd), stóð ein røð av smáum húsum, sum vórðu tikin niður í 20-unum. Tað fyrsta var Ísaksstova, so við Stein, Dávastova, hjá Minu í Dali, í Gong, Oyspustova, Villustova.
Eg skal nevna nøkur fólk, sum mundu búgva har tá. Sigrid Poulsen hevði handil í einum. Magdalena hjá Knút hevði seymistovu eina tíð í Oyspustovu. Kvíviks-Karl búði í einum. Jóan Frederik í Leynum. Í einum búði ein kona, sum æt Berlina Olsen.
So komu húsini hjá frú Müller (nú Landsbankin), har hon búði við synunum Ebba og Eiden. So var Müllers kontór, gomul sýslumanshús og løgtingsstova, áðrenn Tinghúsið varð bygt við Tinghúsvegin í 1857, og seinast handilin hjá Wellejus.
So fara vit yvirum til Kristnastovu, har Jens Evensen handlaði, og beint uppiyvir var hjá Grækarisi, har ein koltursmaður búði í 20-unum.
Vit fara yvir móti Tinganesi. Fyrst er tað Lena úr Funningi, systir konu Lamba-Jóannes. Julianna og sonurin Arthur búðu í tí næsta, og so koma vit til Karl hjá Langa Haraldi. Fara vit nú gjøgnum Skotið og inn í sjálvan Reynagarð, hava vit fyrst Juul og Hedvig. Tað næsta er Sanna á Borðuni. So Telling, sum hevði vaskarí. So Karl á Kák og Miggu-Sigga. Vit fara úr garðinum og koma til Portugálið, sum Sam Olsen átti tá. Har hava mong ymisk búð. Hanneba hjá Sam búði har, áðrenn tey fóru til Amerika. Har vóru fleiri íbúðir. Mikkjal Thorsvig og Jóan Hendrik Hjalt búðu eisini har hesa tíðina.
Niðri í Tinganesi var pensjonat, sum ein frøkun Larsen hevði. Hon mundi vera systir konu Bjarnadal.
Telefonverksstjórin Olaus Jacobsen búði eisini í Tinganesi tá. Í Egholmshúsi búði Anna Serina Poulsen, og sonurin Ásmund hevði eisini íbúð har. Hinumegin vóru tey gomlu Fútahúsini. Har búðu í erva Juul Poulsen í øðrum endanum og tvær systrar við Á av Velbastað í hinum. Niðriundir búði Wellejus. So kemur Vilhelm Mohr, síðan Doktarahúsini, sum Jonson búði í. Hann var tuberklalækni. So kemur barnaheimið hjá Jakku í Snikkarastovu, Zakaris hjá Langa Haraldi og Hans Olsen. Í næsta húsinum búði tá Sigurd hjá Jens í Skrivarastovu. Tað var, áðrenn tey fluttu út í Rættará, og við síðuna av teimum Julius í Svínáum.
Nú fara vit yvirum og byrja við Andriasi hjá Marini. Har, sum Nigga búði, hevði omma hansara búð undan Bergstokk, og mamma hansara búði í einum av teimum húsunum og Leif hjá Jóhannes í Rættará í einum. So koma vit til Ammu, dóttur Linu á Tórgarði. Hon búði við síðuna av eina tíð, áðrenn hon giftist uppaftur og flutti til Skálavíkar. So var tað Andrias undir Kletti og Ella Jensen á Dul av Strondum.
Vit taka nú Ydun, har Hans Jákup Jacobsen hevði handil, áðrenn hann flutti niðan á Abbatrøð og læt upp Smæruna. Omanfyri var Niels nólsoyingurin, Anton Arge, Hanna og Finn Finnson, og á hini síðuni vóru Agnas og Sámal Rubeksen, Anna Bløndal og Zakaris í Syðradali.
Í Mettustovu búði tá ein kona av Signabø, sum æt Anna Sofía. Í Niðara Kina búði ein gamal drongur, sum var beiggi Poul og Jens Paula í Horni.
Vit fara yvir á Bakkahellu, har tey trý systkini, Júst, Maria og Louisa, búðu. Júst fekk fyrsta bilin í Føroyum, ein Ford lastbil. Maria arbeiddi á Telefonstøðini, og Lousia var lærarinna í Kommunuskúlanum.
Vit koma til eina rúgvu av smáum húsum, sum stóðu so tøtt saman, so eg nevni bara nøkur, sum eg meini búðu har. Systrarnar Meta og Lisabet, sum var mamma Jákup Danielsen, Olaf hjá „boyggja“-Palla, Vektar-Louisa, Stóra Sanna, Marianna í Árnafirði, kona Gutta-Jens, Mil hjá Lísbitu, Katrina í Dalólastovu, og við síðuna av búði Aksel Jensen, áðrenn hann flutti niðan á Ingutrøð.
So hava vit Klett. Har hevði ein íslendingur, sum æt Einarsson, handil við smúkkum og urum og tílíkum. Niðriundir var ein av Signabø, sum æt Jóhan og hevði matvøruhandil. Í erva vóru íbúðir, har mong ymisk hava búð. Eg minnist, at Hanna og Kristian Didriksen búðu har, fyrsta tey giftust, og Breiðdal, íslendski myndatakarin, búði har um ta tíðina.
So er tað Arnesminde. Har búði Kamban lærari í erva. Í miðhæddini var býráðsskrivstovan og í neðra Politistøð og skóverkstaðurin hjá gamla Knúti Petersen. So er tað Havnar Kirkja. Jóhanna á Kirkjuveg og Poul á Apotekinum.
So kemur Ville Simonsen, sum hevði matvøruhandil, og við síðuna av hevði Annefía, kona Villa, hattaforrætning. Í einum lítlum húsum vinstrumegin yvir móti kirkjugarðinum búðu trý systkin. Tvey teirra vóru deyv, so at systirin, sum æt Amalja, mátti arbeiði í fiski og lívbjargaði soleiðis teimum øllum.
Eg minnist eisini, hvussu bogin hon var av sliti, tá ið hon var gomul. Hinumegin var Avhaldið. Síðani komu húsini hjá Peturi Bærentsen. Tað næsta er Sofus hjá Adolfi og so Hósvíks-Jákup. Aftan fyri har er hjá Bøkjaranum. Eg haldi, at Mads Andr. Jacobsen og mamman búðu har um hesa tíðina.
Addaba er helst tað næsta, Gutta-Jens, Niels av Argjum. So Rakul og so Júst á Húsum. Tey húsini vórðu í 1939 flutt niðan á Trøðna við Hoydalsvegin.
So kemur Kjelnæs, sum hevði bakarí. So er tað handilin hjá Heinesen (nú Katrina Christiansen), so Vága-Heini.
Hinumegin niðan eftir Bringsnagøtu er fyrst Dandastova, har tey hjá Andriasi í Horni seldu breyð og køkur. So Karolina í Pætursastovu. Urmakar Arge, Kristianna í Kaffistovuni. Ovast har stóð Smiðjustova. Knút Petersen hevði verkstað har, áðrenn hann flutti oman í Arnesminde.