Tískil avgjørdi fundurin at endurstovna tað. ?Ynski felagsins, UfM, er at vera mótspæl mótí tí liberala virðispolitikkinum, ið eyðkennir hini ungmannafeløgini og harvið vera rødd hjá einum stórum parti av Føroya fólki. Harumframt ynskja vit at mótmæla ósamhaldsfasta politikkinum, ið verður førdur í Føroyum í dag, og miða verður ímóti at vísa á betri loysnir og rættvísari sparingar, sum eitt alternativ til dagsins hjartaleysa politikk.? Aðalfundurin valdi 5 nevndarlimir og 2 tiltakslimir. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:?Hallur av Rana (Formaður).?Rani Andrasson Skaalum (Næstformaður/skrivari). ?Karin Oddsdóttir Lamhauge (Kassameistari).?Dánjal Mouritsson Joensen (Nevndarlimur).?Finnur Victorson Carlsen (Nevndarlimur).?Rani á Borg (Tiltakslimur).? Ari av Rana (Tiltakslimur).?Vit fegnast um tað samstarv, sum longu er fingið í lag við onnur og síggja við gleði fram móti einari nýggjari tíð, har røddin hjá UfM enn einaferð fer at gera vart við seg.