Løgreglan steðgaði í gjár einum bilførara á Skipanesi í Eysturoy, sum varð máldur at koyra í minsta lagi 122 km um tíman. Hetta var á landsvegnum, har hámarksferðin er 80 km um tíman. Bilførarin stendur tí til at fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Beint fyri midnátt í gjár tók løgerglan ein bilførara í Havn fyri rúsdrekkakoyring. Tá hann blásti í alkoholmetrið hjá løgregluni vísti tað seg, at hann hevði drukkið ov nógv, og tí varð blóðroynd tikin og persónur skuldsettur.
Beint fyri klokkan 23 í gjárkvøldið varð ein bilførari máldur at koyra yvir 100 km um tíman við Kollfjarðatunnilin, sum gevur honum bót og klipp í koyrikortið.
Beint áðrenn klokkan 22 var ein skuldsettur fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi. Tað gevur eina bót og klipp í koyrikortið.
Og í gjár komu tvær fráboðanir av Tvøroyri um leysan seyð. Onnur 8 átta á morgni og hin klokkan 13. Aktingarmaðurin á Tvøroyri fekk boð frá løgregluni um at taka sær av tí málinum.










