Vildi ikki fara av matstovu – endaði í brummuni

Ein persónur hevur gist í brummuni hjá løgregluni í nátt

Um 21 tíðina í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend til eina matstovu í Havn, har ein ávirkaður persónur var til ampa og vildi ikki fara av stað, hóast hann varð biðin um at fara. Ein patrulja hjá løgregluni fór á staðið og burturvísti mannin. Men hann var treiskur og bleiv við koma aftur á matstovuna. Tað endaði við, at maðurin varð handtikin og tikin við á støðina, har hann var í koyrdur í brummuna. Hann er leyslatin í morgun við eini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.

Um áttatíðina gjáramorgunin varð løgreglan boðsend til ein bústað í Havn, har verturin ikki fekk endað veitsluna, tí ein persónur vildi ikki fara. Fólk høvdu sitið har og ballast alla náttina. Løgreglan fór á staðið og fekk viðkomandi á stað uttan hóvasták.

Aftur klokkan 22 í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni til ein bústað. Eigarin ringdi og bað um hjálp til at fáa ein persón á dyr, sum var til ampa. Ein patrulja hjá løgregluni fór á staðið og fekk viðkomandi á dyr.