Ein til hvønn enda hjá B36

Ein vandamikil álopsmaður og nýggjur málverji tykjast standa ovastir á listanum hjá B36, men hetta verður avvíst av leiðsluni í felagnum

Fótbóltur

Eitt av feløgunum, har gjøgnumtrekkurin í vetrarsteðginum hevur verið hampuliga stórur, er árstalsfelagið úr B36. Hóast felagði í fjør vann steypakappingina og fekk silvur í landskappingini, og soleiðis stóð við bestu samlaðu úrtøkuni í heiðursmerkjum, so mundu tað tó vera fleiri, sum ikki vóru heilt nøgd við hetta. Og einki er at taka seg aftur í, at høvuðsorsøkin til ónøgdina man vera, at tað vórðu júst grannarnir úr HB, sum struku avstað við FM-heitinum. Enntá eftir at hava sigrað í eini regulerari FM-finalu í Gundadali.

Nøgdir við hópin
Mett varð annars frá fleiri síðum, at hópurin hjá felagnum í fjør var tann sterkasti í landinum, og fram til november mánað bendi tað mesta eisini á, at hetta eisini skuldi verða støðan í 2004. Ikki minst eftir at tað tóktist greitt, at verjan á liðnum skuldi fáa tilgongd av Arnbjørn Danielsen og Jóhannis Joensen.
Men seinastu tveir mánaðirnir á árinum vóru sera døkkir fyri B36-viðhaldsfólkini. Sjokk-boðini um skiftið hjá Jákupi á Borg til HB vórðu tollaksmessudag fylgd upp av einum tilsvarandi skifti hjá Heðini á Lakjuni, og fyri tey allarflestu í felagnum mundi hetta kennast sum tvey risa bakkøst. Eisini hóast leiðslan í felagnum í seinna førinum segði, at missurin hóast alt ikki var so øgiligur.
Her varð hinvegin víst á tilgongdinia, sum liðið hevur tryggjað sær. Umframt teir báðar omanfyri nevndu verjuleikarar, er talan um Jens Erik Rasmussen, Ronnie Samuelsen og Egil í Bø, sum allir hava gjørt sáttmála við B36 fyri komandi kappingarárið.
Hetta eru alt leikarar, sum ivaleyst høvdu pyntað um flestu fyrstudeildarhópir kring landið, men tað tykist ikki, sum um innkeypsferðin hjá múgvandi árstalsfelagnum er av fyri tað. Síðani skiftið hjá Jákupi á Borg hevur verið tutlað um, at felagið hevur leitað eftir nýggjum áleypara, og fleiri ferðir hevur slaturin ljóðað um, at talan skal vera um leikara úr bestu íslendsku deildini. Enn tykist tó einki vera greitt í so máta, og leiðslan í felagnum er eisini tøtt sum tunnan í so máta.
- Vit halda okkum í øllum førum hava gjørt okkum væl út til komandi kappingarár, sigur formaðurin í B36, Kristian á Neystabø.
- Vit hava tann hópin, sum er í løtuni, og hann eru vit nøgdir við. Eg kann sjálvandi ikki útiloka, at talan verður um onkran styrk afturat, men fyri fyrst halda vit okkum til hópin, sum vit hava, er einasta viðmerkingin frá formanninum, sum ikki sigur kenna nakað til, at teir í løtuni eru í samráðingum við aðrar leikarar.

Ein til hvønn enda
Sosialurin er tó vitandi um, at B36 í longri tíð hevur havt samband í Íslandi, har tað serliga hava verið tveir leikarar, sum hava verið upp á tal. Annar er danin, Allan Borgvard, sum áður hevur leikt við AGF, og sum í fjør varð kosin ársins leikari eftir eitt sera gott kappingarár í FH. Hin er ein brasilskur áleypari, sum í síni tíð var liðfelagi við Jens Erik Rasmussen í Leiftri. Hesin varð eisini fyri tveimum árum síðani í sambandi við FS Vágar, men ta ferðina varð handilin so av ongum.
Og úr Danmark frættist eisini, at B36 her hevur verið í sambandi við ein málverja. Talan er um 22 ára gamla Henrik Bødker, sum í løtuni spælir við Lyngby. Undan hesum hevur hann roynt seg í bæði AGF og FC Aarhus, og á CV?inum standa higartil tríggir dystir í donsku superliguni, umframt at hann upp ígjøgnum árini hevur verið fastur fúsur á ymsum ungdómslandsliðum. Hann varð í mong ár roknaður sum eitt tað størsta danska málverjatalentið í longri tíð, men síðani tykist menningin tó vera steðga nakað.
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at tað er komið vátt í reiðrið millum B36 á Trónd Vatnhamar, sum hevur verið málverji seinnu árini, og tað kundi væl verið, at tað er fremsta orsøkin til, at B36 nú leitar sær eftir nýggjum manni at seta á plássið.
Sum nevnt, so verða tó eingi av hesum tíðindum váttað av leiðsluni í felagnum, men felagið hevur aðalfund um góða viku, og tá plagar tað ofta at vera so, at nevndin boðar frá um onkran nýggjan leikara, sum er fingin til vega. Um tað so eisini verður støðan hesaferð, fæst helst at vita um góða viku.