Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðkanningar á landsvegnum í Kollafirði um middagsleitið í gjár vórðu fýra mál skrivað.
Ein bilførari fær treytaða frádøming av koyrikortinum, tí at hann koyrdi 115 km um tíman, sum er 35 km um tíman oman fyri mest loyvdu ferð.
Tríggir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 107 km um tíman, 109 km um tíman og 111 km um tíman.
---
Fakta: Klipp í koyrikortið
Tú fært klipp í koyrikortið fyri álvarslig brot á ferðslulógina, sum tó ikki í sær sjálvum hava við sær frádøming av koyrirættindunum, men sum kunnu vera vandamikil fyri ferðsluna. Klippikortið er galdandi fyri øll motorrikin akfør, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl.
Tú fært klipp um tú
- brýtur hámarksferðina fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira
- brýtur hámarksferðina fyri tungt akfar við 16 km/t ella meira
- koyrir fram við reyðum ljósi
- koyrir ov nær bilin frammanfyri
- koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar
- broytir farleið og støðu, fer frá vegjaðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur í ferðsluni
- vendir ella bakkar til vanda ella bága fyri onnur í ferðsluni
- brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling
- økir ferðina, tá onkur annar yvirhálar teg
- koyrir vandamikla slalom-koyring
- yvirhálar við gonguteig
- ikki syrgir fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina
- ikki syrgir fyri, at børn millum 8-15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu
- koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni
- koyrir í mótkoyrandi farbreyt ella fer um hindursstriku
- brýtur ásetingar um víkiskyldu
Bert omanfyri nevndu brot geva klipp.
Er eitt brot, sum klippikortsskipanin fevnir um, framt í sambandi við ferðsluóhapp, ella um brotið setti onnur í vanda, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.
Kelda: RFF