Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Føroyum fer í ein eystan og viknar og fer síðani framvið beint sunnan fyri Føroyar. Nýggj brúgvaløg nærkast Føroyum av vestri mánadagin.
Í dag verður lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, men sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av eystri, men um náttina lækkar hann í sunnan, undir 5 m/s. Okkurt æl og sólglottar. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður gul til andøvsgul av útsynningi, 5 til 8 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og regn. Hitin um 10 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina snarar í ein útsynning og vestan og eitt skifti øtlar upp í hvassan vind, 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum lækkar í útsynning og sunnan. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.