Ein óvanlig familja

Ólavsøkuaftan í ár fluttu Ásmundur og Rakul Guðjónsson til Svínoyar við teirra sjey óvanliga tøttu børnum. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá tí góða og tí minni góða við at flyta úr Havn til Svínoyar, og hví tey valdu tað

Másin leggur at, og løtu seinni er fast undir fótum aftur. Fara til gongu niðan móti bygdini. Ørindini eru fyrst og fremst at tosa við Rakul og Ásmund Guðjónsson, sum tóku eina heldur øðrvísi avgerð, tá tey fluttu úr Havnini til Svínoyar við teirra sjey børnum.
Rakul kemur stórsmílandi við eini trillubøru framman fyri sær ímóti okkum. Í trillubøruni sita tvíburarnir Sigrið og Guðrið, sum eru seks ára gamlar og líkjast sum tveir vatndropar.
Meðan vit ganga gjøgnum bygdina, práta vit um veður og vind.
- Tað hevur verið so ótrúliga gott veður hetta summarið. Vit hava etið úti so gott sum hvønn dag. Seinasti dagur vit drukku kaffi uttanfyri, var 4. oktobur. Tað er púra óvanligt, sigur Rakul.
- Tað gjørdu vit sanniliga ikki so nógv av í Havn, heldur hon fram.
- Men tað var kanska eisini tí, at ein ikki hevði tíð til tað har, leggur hon afturat.
Vit koma til húsið. Eini lítil svørt hús við gulum rundan um vindeyguni. Gongin er ein fermetur til støddar, og ein undrast á, at tað yvirhøvur er pláss fyri fleiri skóm, tí við níggju fólkum í húsi er lætt at rokna út, hvussu nógvir skógvar eiga at standa í gongini, tá øll eru inni.
Inni í stovuni situr Ásmundur framman fyri eina teldu. Hann er samskipari av føroyskari fiskivinnugransking. Eitt starv, sum hann uttan stórvegis trupulleikar fær røktað, hóast hann til dagligt situr í Svínoy, tí tað mesta hann dagliga hevur brúk fyri er telefon og internetsamband.
Genturnar fara at tekna og Rakul setur kaffi á borðið og síðani byrjar samrøðan.
Rakul og Ásmundur tóku av-gerð um at flyta í summar. Og sjálvan ólavsøkuaftan fluttu tey so til Svínoyar. Nú hava tey so búð í Svínoy í tríggjar mánaðar, og teimum dámar væl.

Trivnaður og skúli

- Tá vit tosa um at trívast, so kann ein spyrja, hvat tað er at trívast, sigur Ásmundur og leggur aftur at, at illa ber til at siga, hvar er betri. Tí bæði støðini eru góð at búgva í á hvør sín hátt.
Í Svínoy hava serliga teir báðir elstu, Elias og Dánial, snoddað meira til vaksnamannalívið enn teir gjørdu í Havn. Teir eru bidnir á fjall nakrar ferðir og hava luttikið í flettingini. Teir hava eisini verið til arbeiðis hjá IRF aftaná skúlatíð. Hetta hevur givið teimum ikki sørt av sjálvsvirðing og búning, sum neyvan var komin líka skjótt í Havn.
Helgi, sum er tann triði í røðini, hevur eisini funnið aðrar leiðir. Lærarin hevur einar tvær ferðir havt hann við eftir lýra við lykt í myrkrinum. Hann er eisini sloppin við til útróðrar og honum dámar serstakliga væl at fjeppast uppi í tí, sum menninir fáast við.
- Svínoyingar hava tikið so væl ímóti okkum og børnunum. Tað skulu tey eiga. Vit hava eisini roynt tað, vit kunnu fyri at fella inn í bygdarlívið her og við góðari hjálp frá svínoyingum halda vit, at tað er eydnast okkum avbera væl, siga tey bæði.
Rakul og Ásmund eru bilsin av skúlanum. Alt vísir seg at falla lættari. Hetta ger, at tað somuleiðis er vorðið so munandi lættari at gera skúlating við børnunum nú, enn tað var í Havn. Tá noyddust tey at seta seg við einum í senn og royna at fáa sum mest burturúr. Og var so ein, sum kravdi meira hjálp enn ein annar, so gekk tað út yvir onkran av hinum.
- Tað var nakað, sum sleit upp á okkum. At vit ikki kundu seta so nógva tíð av til skúlatingini hjá øllum. Altíð var tað onkur, sum var við sviðusoð, men soleiðis vil tað altíð vera við sjey børnum.
Í Svínoy ganga øll børnini í sama flokki. Tað vil siga, at skúlin er einflokkaður. Tey hava øll somu tímatalvu, og tað er nakað, sum hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur. Ein kann tosa um felagslærugreinar, so sum landalæra, søga, lívfrøði, kristni og serlærugreinar sum rokning, enskt, týskt. Tá skúlatingini skulu gerast í felagslærugreinunum, so sessast øll um stovuborðið og so verða tey gjørd saman. Krøvini eru sjálvandi størri til tann elsta enn tann yngsta. Og so sita tey og práta um tað og spyrja spurningar, alt eftir hvørjum støði børnini eru á.
- Nú eru skúlatingini blivin til nakað, sum vit gera í felag sum ein familja, sigur Ásmundur og leggur afturat, at tey vóru slettis ikki greið yvir, at skúlin fór at vísa seg sum eitt so positivt tekin.

Samansjóðing

Børnini hjá Rakul og Ásmundi eru óvanliga tøtt. Elias er 14, Dánial er 13, Helgi og Monika eru 12, Mathias er 9 og tvíburarnir eru seks. Tá Ásmundur og Rakul hittust, høvdu tey við sær hvør síni tvey og trý børn. Afturat fingu tey so tvíburarnar. Ásmundur sigur, at tað var torført hjá børnunum at gerast systkin, tí alt hendi upp á so stutta tíð. Og alt hetta hevur sjálvandi gjørt sítt til, at tað hevur verið sera torført at samansjóða teirra børn í mun til aðrar familjur, har børnini vaksa upp saman.
Ásmundur vísir á, at tey við at flyta til Svínoyar høvdu vónað, at tey kundu samansjóða systkinaflokkin meira enn tað var gjørligt í Havn. Børnini høvdu lyndi til at taka hvønn annan sum eina forðing fyri at ein sjálvur fekk sum mest og í Havnini, har tilboðini, vinir, frítíðarítriv, klæðir og so framvegis eru so margfald, var hetta kanska ein rímulig kensla at hava. Tað, at ein sjálvur ikki fekk tað ein vildi, var tí at hini eisini skuldi hava. Í Svínoy er støðan heilt annaðleiðis. Tilboðini eru nógv færri og tey byrja at fáa eina kenslu av at síggja hvønn annan sum ein vin, tí ongin annar er.
- Henda gongdin verður spennandi at eygleiða, halda foreldrini.
- Í Havn høvdu vit meira enn 5 ferðir so stóra gólvvídd sum nú og børnini høvdu hvør sítt kamar. Vit hugsaðu, at hetta var sakin. Hetta var tað, sum vit ynsktu okkum, sigur Ásmundur.
Men spurningurin er so, blivu børnini lukkuligari av at hava egið kamar? Tað halda Rakul og Ásmundur ikki. Tað vísti seg, at tey heldur enn at koma hvørjum øðrum við, sosialiseraðu seg í hvør sína ætt saman við sínum vinum
- Tað tyktist okkum sum um børnini byrjaðu at verða einstaklingar, sum treyðugt vildu taka lut í okkara familjulívi.
So Rakul og Ásmundur byrjaðu at hugsa um, at her var okkurt galið. Og tey settu sær fyri at royna at gera okkurt fyri at samansjóða familjuna meira.
Øll høvdu tey altíð ov mikið at gera. Børnini gingu til ítrótt, musikkskúla, skótar og onnur ítriv, sum øll kravdu sína tíð.
Tey greiða frá jólunum í fjør.
- Øll børnini skuldu hvør sær til eina ørgrynnu av tiltøkum allan desembermánaða á tamb og vit foreldur skulu sjálvandi við allastaðni. Vit føldu okkum pettað sundur. Og við einum ella tveimum børnum er tað helst fínt, men við sjey er tað ómetaliga torført at fáa tað at bera til. Men vit royndu, tí vit vildu ikki skuffa børnini. Og so alt hitt resið aftur at. Keyp og annað, sum hoyrir jólunum til.
- Tað endaði við, at vit sótu jólaaftan, tá steikin var í ovninum og jólatræið stóð so vakurt har við pynti og nógvum gávum undir, við eini kenslu av, at vit kláraðu tað heldur enn at njóta gleðina við tí. Og vit vóru so troytt, at ongin okkara orkaði at halda jólaaftan, greiðir Rakul frá.
Tey høvdu eisini keypt okkurt jólaklipp, sum ætlanin var, at tey øll kundu seta seg niður við og hava eina hugnaløtu saman, men tað lá alt órørt aftan á høgtíðina.
- Tá gjørdi eg av, at vit ikki skulu halda eini tílík jól aftur, tí tað bar ikki til hjá okkum. Sætt í bakspeglið kann eg ofta spyrja meg sjálva, hví vit ikki bara søgdu nei til alt. At vit ikki bara søgdu, vita tit hvat, ikki rokna við okkum, men tað kann vera, at vit koma til okkurt. Møguliga tað hevði bøtt eitt sindur um støðuna tá, sigur Rakul hugsunarsom.
Henda familjan stríddist við at gera alt, sum vanligar familjur gera og samstundis gjørdist tað bert greiðari og greiðari, at her var ikki talan um eina vanliga familju.
- Vit eru ein óvanlig familja, og nú ynskja vit eisini at verða sædd so. Tí vit hava viðgingið, at vit kunnu ikki alt. Tað ber stutt sagt ikki til.

Úr Havn til Svínoyar
Hví tað júst var Svínoy, tey valdu var ikki av tilvild. Pápi Rakul var svínoyingur, og Rakul sigur, at Svínoyarbygd var hennara "helle" sum barn. Hon elskaði at vitja í bygdini.
- So tað var helst tað, at eg kendi eitt sindur til bygdina og havi skyldfólk her, sum gjørdi sítt til, at vit valdu Svínoy, sigur hon.
Tað skuldi í øllum førum verða ein bygd, sum tað ikki bar til at koyra til Havnar upp á stutta tíð.
Fyrstu ferð tey tosaðu um at flyta, søgdu teir elstu bart út nei, tað tímdu teir ikki. Men so høvdu teir tosað við ein havnakúll, sum teir sóu sera nógv upp til, sum hevði búð í Svínoy. Og hann hevði sagt við teir, at Svínoy er cool. Og tað lat til at vera nóg mikið. Aftan á tað, var tað ongin trupulleiki fyri tey, sum so. Tey vildu fegin royna tað, og tey hildu tað ikki vera flovisligt at siga fyri vinunum, at tey skuldu flyta til Svínoyar.
- Tá tað skuldi so lítið til fyri at yvirtala tey, so kann tað ikki hava verið so ringt kortini, sigur Rakul.
Og tað er stórur munur á at búgva í Svínoy við børnum og so í Havn. Í Svínoy eru ikki mótahandlar við nógvum merkisvørum, sum kosta tað hvíta út úr eygunum, so klæðir tað keypa tey, tá tað er tørvur fyri tí.
Bæði Rakul og Ásmundur halda so avgjørt, at tað koma heilt onnur virði til sjóndar, tá ein býr á einum smáplássi.
- Børnini hava fingið eyguni upp fyri, at tað eru onnur ting til enn passivt undirhald og tann nýggjasti mótin. Og eg haldi, at ein veruliga gevur sær stundir til at hugsa um tilveruna á einum smáplássi, sigur Rakul, sum heldur at kvalitetstíð er nakað tvætl, í øllum førum í hennara familju, tí tað kunna tey ikki náa.
- Tað var sanniliga ikki altíð, at tað passaði børnunum at gera okkurt saman við mær ella Ásmundi, bara tí at vit høvdu stundir beint tá.
Tey positivu tekini um, at tað gongur væl fyri familjuna í Svínoy, síggjast best aftur í børnunum. Teir elstu eru búnaðir so nógv upp á tríggjar mánaðir, millum annað tí teir eru slopnir at royna ymiskt, sum teir aldrin høvdu komið til í Havn. Tann eina gentan, sum hevði verið eitt sindur smásár, er glað og lívlig nú. Fyri hana bleiv hetta eitt sera gott upplivilsi, tí hon hevur fingið eina hjartavinkonu, sum búði á oynni áðrenn familjan Guðjónsson kom. Og tey yngru hava eisini víst seg at trívast sera væl. Mathias, sum er 9 ár, treivst ikki serliga væl í skúlanum í Havn. Í dag er hann nógv hugaligari til skúlan. Svínoyar skúli er cool, segði hann glaður, tá ein vika var farin!
Rakul og Ásmundur viðganga, at ein tann størsti brølarin í Havn var, at børnini gingu í trimum ymiskum skúlum.

Gott og minni gott
Men tað er ikki bara gott at búgva í Svínoy. Tað eru tey bæði foreldrini á einum máli um.
Ásmundur nevnir millum annað tað lítla húsið, sum tey búgva í.
- Hetta er ikki bert idyl, tað er púra vist. Her má haldast ein jarnharður disiplinur, um tað yvirhøvur skal kunna lata seg gera at búgva her. Men sjálvandi kann næstan alt lata seg gera í eitt ár. Men uppá longri sikt, eru húsaviðurskiftini ikki nøktandi, sigur hann.
- Børnini mugu læra at taka upp eftir sær her, tí her ber heilt einfalt ikki til at tveita runt við klæðum, skóm, leikum og øðrum. Tey hava onki kamar sjálvi her, so tey noyðast at halda tað ruddiligt rundan um seg.
Tað tykist sum um Rakul og Ásmundur eru fullgreið yvir, at tey hava verið heppin í summarveðrinum í ár, og at tað liggur ein annaðleiðis strævin vetur fyri framman enn tey eru von við.
- Tað verður eitt privilegium at sleppa at keða okkum. Tað gleða vit okkum til, tí tað hava vit ikki roynt enn, sigur Rakul skemtandi, men kortini er eitt spor av álvara aftan fyri orðini.
Tí her er talan um foreldur, sum bæði hava arbeitt fulla tíð og havt stórt hús og sjey børn at taka sær av, so tað er ei undur í, um tey ikki hava havt stundir til at keða seg.
Rakul sigur, at hon plagar at skemta við børnunum og spyrja, nær tey munnu fara at sleppa at keða seg.
- Tá flenna tey bara at mær. Men tað verður spennandi at vita, hvat vit fara at finna upp á teir longu dagarnar í januar, februar og mars, sigur hon.
So seta tey skemt til síðis aftur, og siga, at tey eru fullgreið yvir, at tey fara at koma at kenna til einsemi. Men tað síggja tey sum eina avbjóðing.
- Vit fara eisini at nýta ein part av vetrinum til at finna útav, hvat vit skulu gera, tá hetta árið er farið aftur um bak. Vit ætla at finna útav á hvønn hátt familjan kann venda styrkt og ment aftur til Havnar og royna at føra eitt familjulív, sum er hóskandi til okkara krøv og tørv sigur Rakul, sum er vís í, at tað munnu vera aðrar familjur, sum hava verið ella eru í somu trongu skóm, sum tey sjálvi vóru í.
- Tað hevði verið super, um eini fimm barnafamiljur komu til Svínoyar afturat, heldur Ásmundur fyri og vísir á, at tað ber til at búgva her um ein kann arbeiða um internetið.
Ferðasambandinum lata tey ikki so væl at. Tey hugsa serliga um, at um tey skula ørindi av oynni, so noyðast tey sum oftast at yvirnátta í Klaksvík ella aðrastaðni. Og tað, at ongin lækni er í bygdini er nakað, sum tey halda er avbera keðiligt eisini, tí tað er ikki bara sum at siga tað. Um brádligur tørvur er á lækna, so verður sjúklingurin fluttur við tyrluni. So her hevur tyrlan so heilt givið sín postiva leiklut
Tey greiða frá, at til konfirmatiónina hjá dreingjunum, sum var herfyri, høvdu tey skrivað alt upp, sum tey skuldu hava, men tá so alt kom til alt, tá stóðu tey og manglaðu pipar.
- Tað eru slík einkul ting, ein ikki hugsar um, tí ein er so vanur við bara at kunna fara og keypa tað onkrastaðni, sigur Ásmund og leggur so aftur at, at í Svínoy er ein jú noyddur at leggja alt betur til rættis, tí logistikkurin í Svínoy er øðrvísi enn í Havn.
At enda vísa tey eisini á, at tey hvør sum ein hava givið avkall upp á nógv. Børnini hava givið avkall upp á skúla, vinir og frítíðarítriv. Og tað hevur óivað ikki verið so lætt fyri tey kortini, men Ásmundur og Rakul royna at læra tey, at tey mugu vera góð hvørt við annað, tí tey hava bert hvønn annan at spæla við.
- Vit høvdu ikki bara flutt soleiðis uttan víðari. Tað er púra vist. Vit vóru her og hugdu eftir húsinum, og fingu greiði á, hvat vit komu at hava brúk fyri, um alt skuldi kunna ganga hjá okkum. Og tá vit høvdu skrivað okkum alt niður, settu vit okkum í samband við ein góðan vin í Danmark, sum kom upp í ein heilan mánaða at hjálpa okkum at gera klárt í húsinum. Uttan hansara hjálp hevði hetta als ikki kunnað latið seg gjørt, siga tey bæði við ein munn.
- Tey flestu, vit tosaðu við um at flyta til Svínoyar, vóru sera positiv, tey hildu tað vera stuttligt, øðrvísi og gott. Tað vóru bert tvey fólk sum hildu okkum vera púra ør, og tað løgna í tí er, at nevniliga hesi bæði fólkini vóru uppvaksin á útoyggj, siga Ásmundur og Rakul, sum eru á einum máli um, at tá foreldrini eru positivt innstillað fyri nøkrum, so ávirkar tað eisini børnini. Og tá alt kemur til alt, so verður tað helst hetta eina árið í Svínoy, sum kemur at standa fremst í minninum hjá børnunum, tá tey verða vaksin.