Ein óvanliga gevandi útferð til Suðuroyar

Nú eru tingfólk nógv betri ílatin til at taka avgerðir, sum viðvíkja Suðuroynni, heldur løgtingsformaðurin, Edmund Joensen

Útferð

? Hetta var ein óvanliga gevandi ferð.
Edmund Joensen, løgtingsformaður er ógvuliga fegin um útferðina hjá løgtinginum til Suðuroyar mikudagin og hósdagin.
Og hann sigur, at ímillum tingfólk er eisini full semja um, at hetta hevði verið ein frálík ferð.
Hetta var ein søgulig ferð, sum Løgtingið gjørdi til Suðuroyar mitt í vikuni, tí, so vítt nakar veit, er hetta fyrstu ferð yvirhøvur, at alt løgtingið er og ferðast.
Við í ferðalagnum vóru 32 fólk. Hjá fimm løgtingslimum bar ikki til at koma, so tey fólkavaldu vóru 27 í tali á suðuri, men við á ferðini vóru eisini teir báðir landsstýrismenninir Bill Justinussen, sum umsitur heilsumál og Eyðun Elttør, sum umsitur útjaðaramál. Harafturat vóru trý fólk úr umsitingini hjá løgtinginum við. Men við sær høvdu teir eisini bý- og bygdaráðsformenn í Suðuroy, sum greiddi teimum frá ymsum viðurskiftum á teimum ymsu plássunum.
Ferðaleiðari á ferðini var Petur Karl av Rana.

Í hvørjari bygd
Ferðin hjá løgtinginum var stutt, men hóast tað var hon fjølbroytt.
Tey vóru í hvørjari bygd í oynni og hóast tey høvdu verið í Suðuroy fyrr, vóru tey mong, sum ikki høvdu verið í teimum smærru bygdunum uttanfyri høvuðsplássini, Vág og Tvøroyri fyrr, so hjá mongum var hetta fyrstu ferð, at tey vóru í summum bygdum.
Løgtingið kom til Suðuroyar við Smyrli mikukvøldið og sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, fóru tey beina leið yvir at hyggja at sjúkrahúsinum og ellis- og røktarheiminum, har Løgtingið fekk eina staðiliga áheitan um at seta tiltøk í verk fyri at bøta um støðuna hjá teimum heilaskaddu.
Hósmorgunin vóru tey inni á Fiskavirking á Tvøroyri, har tey fingu morgunmat og har Bjarni Hansen, virkisleiðari, greiddi teimum frá um virkið.
Týdningin av virkinum lýsti hann við at upplýsa, at í fjør rindaðu tey 25 milliónir í arbeiðslønum.
Á stuttari rundferð á bryggjuni, stukku tey eisini inn á gólvið í aldargamla og søguliga handlinum hjá Thomsen, har Tummas og Anna Kirsten Thomsen greiddi frá um handilin og ymsum forvitnisligum úr teimum gomlu bókum, sum enn eru varðveittar í handlinum.
Á Delta Seafood greiddi Marner Lisberg frá um virkið, sum hann sigur er størsta fiskavirki í landinum, sum heilt er á privatum hondum.
Delta selur fisk fyri yvir 100 milliónir um árið og rindaði yvir 20 milliónir í arbeiðslønum í fjør.
Og nú so nógv verður tosað um studning, hevur Marner Lisberg eisini eina meining um hetta.
Hann helt ikki, at studningur altíð er av tí ónda. Hann vísti á, at var Sandoyarætlanin ikki gjørd, so at teir fingu tríggjar milliónir í studningi, vóru tey bæði fiskavirkini á Sandi aldrin aldrin uppafturlatin, men gongdin síðani hevur víst, at landskassin hevur fingið hasar tríggjar milliónirnar fleiri ferðir aftur í skatti og avgjøldum frá teimum, sum arbeiða á virkjunum, umframt av tí avleidda virksemi, sum virkini í Sandoynni kasta av sær.
Tá ið Edmund Joensen, løgtingsformaður, takkaði hann fyri, fegnaðist hann um, at tað grør um gangandi fót.
Á Delta fingu tey ikki kaffi, men tey fingu hvør sítt kók av saltfiski og tað mundi ikki koma verri við hjá teimum flestu.

Proppur í á Hovsvegnum
Av Tvøroyri var farið til Hvalbiar, har hugt varð seftir havnalagnum, til Sandvíkar , har tingfólk eisini strektu beinini og síðani var farið til Fámjins at hyggja eftir tí fyrsta, føroyska flagginum, sum hongur í kirjuni har. Elin Nielsen, bygdaráðsformaður greiddi teimum frá ymsum um kirkjuna og bygdina annars.
Úr Fámjin var farið eftir tí nógv umrødda Hovsvegnum til Vágs og tað skerst ikki burtur, at tað kom óvart á mong, hvussu vánaligar umstøðurnar vóru. Tað vildi heldur ikki betri til enn so, enn at bussurin við teimum almennu gestunum møtti einum treylara og tveimum, trimum lastbilum, so eina løtu varð proppur í ferðsluni.
Í Vági var fyrst steðgað á eldrasambýlinum , sum hugtók løgtingsfólk, serliga tá ið tey sóu at tað var týðiligt, hvussu væl búfólkið treivst. Á sambýlinum fingu tey eisini drekka og kakur.
À Bakkanum var ein biti at fáa, og har greiddi Jógvan Krosslá, býráðsformaður frá um vinnuligu viðurskiftini í Vági og um, hvussu bygdin varð komið á føtur aftur, eftir kreppuna.
Á veg suðuryvir, gekk leiðin gekk suðuryvir, fyrst inn á varda verkstaðið inni á Bakka og síðani eftir tí smala vegnu inn á Akrar.
Á veg til Sumbiar varð steðgað í tunlinum, har tað nógv umrødda vatnið rennur, sum tvídráttur er um.
Í Sumba varð hugt eftir bakkaverjuni og har greiddi Poul Johannes Poulsen, bygdaráðslimur frá um bakkaverjuna . Í Samkomuhúsinum varð borðreitt við drekka og pannukakum.
Har brúkti Henrik Old høvi til at vísa á, hvønn ómetaligan týdning, tað hevði havt, at løgtingið hevði játtað 300.000 krónur um árið til bakkaverjuna.
? Tað er ein dropi í havinum á fíggjarlógini, men fyri eina lítla bygd hevur tað ómetaligan týdning at fáa eina lítla upphædd sum hesa til okkurt smávegis arbeiði.
Og sum onkur annar tingmaður tók til: Peningurin er væl givin út, tí tað er fyri at verja land.
Sipað verður til, at hesi síðstu 35 árini eru einar 15-17 metrar máaðir burtur av Bakkanum í støðum, so heldur hetta á, verður skjótt til tey fyrstu húsini eru skolað á sjógv.
Tá ið løgtingsformaðurin beyð farvæl, segði hann, at nú skiltu tingfólk, at sjálv tilveran hjá sumbingum varð treytað av, at útsynningurin ikki slapp at máa meiri burturav landinum. Og í skemti bað løgtingsformaðurin so tingmenn eisini hava kaffi og pannukakurnar í Sumba í huganum, tá ið teir atkvøddu fyri fíggjarlógini og støða skuldi takast til um peningur aftur næsta ár skuldi játtast til bakkaverju í Sumba, ella ikki.....
Poul Johannes Poulsen fortaldi, at tað hevði sæð svart út við fólkatalinum, men hesi seinastu árini var frægari.
Og hvat orsøkin til tað var, ivaðist hann ikki í: Tað er bergholið, sum hevur bjargað bygdini. Bergholið hevur gjørt, at tað ber til at búgva í Sumba og arbeiða aðrastaðni í Suðuroy og tað hevur fingið fólk at búsetast aftur í bygdini.
Á veg norður yvir aftur, varð hugt at skúlanum í Porkeri og kirkjuni í Hovi og at enda fingu teir eina stutta frágreiðing um ferjuleguna á Drelnesi, áðrenn teir fóru umborð aftur á Smyril og sigldu til Havnar klokkan 17. 30 hósdagin.

Betri ílatin
Edmund Joensen helt, at tey høvdu fingið ómetaliga nógv burturúr ferðini, ikki minst tí at hon var so væl fyrireikað og tí at øll í Suðuroy vóru so væl fyrireikað at taka ímóti Løgtinginum.
Hann helt, at trupulleikarnar vóru teir, sum teir høvdu hoyrt um. Tunlarnir til Halbiar og Sandvíkar lúka ikki tey krøv, sum nútíðarsamferðsla setir og annars var tað nógv umrøddi hovsvegurin, umframt havnagerðir í Vági og á Tvøroyri.
? Men nú hava vit sæð við egnum eygum, hvussu umstøðurnar eru og tað ger okkum nógv betri før fyri at viðgerða tey ymsu málini.
Men hann leggur samstundis dent á, at hetta var ein kunnandi ferð og at tað skuldu ongar avgerðir takast. Tað er ikki, fyrrenn fíggjarlógin verður samtykt í desember, at avgerðirnar verða tiknar, so tað verður ikki, fyrrenn tá, suðuroyingar fáa at vita, hvørja ítøkiliga ávirkan, ferðin hevur havt.
Sí eisini greinina " Vónandi taka tit trupulleikan í álvara"