Ein vanlukka fyri Havnina

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, varð bæði keddur og irriteraður, tá ið hann frætti, hvat sermerkti bygningurin hjá Eik í miðbýnum, skal brúkast til

- Hetta er ein vanlukka fyri miðbýin í Havn!

 

Tróndur Sigurðson, býráðslimur í Havn, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, varð bæði keddur og irriteraður, tá ið tað frættist fyrr í kvøld, at Løgtingið fer at keypa gamla Eik bygningin mitt í Havnini.

 

Løgtingið hevur fyrr í kvøld samtykt at játta 26 milliónir til at keypa húsið fyri.

 

Tróndur Sigurssðon sigur, at hetta er eitt stórt afturstig fyri royndirnar hjá býráðnum at fáa meiri lív í miðbýin

 

Nøkur stig eru tikin fyri at fáa lív í miðbýin og í næstum verða fleiri stig tikin afturat, sigur hann. Eitt nú er ætlanin at gera lestraríbúðir í Kommunuskúlanum, og annað.

 

- Tí er tað hugstoytt, at eitt sjáldsama vakurt hús, mitt í hjartanum á gongugøtuni, nú skal takast til skrivstovur, har tað verður opið frá 8-16 – helvtina av árinum.

 

- Løgtingið er bara saman helvtina av árinum, og sostatt fer hesin bygningurin, mitt í gongugøtuni, at standa myrkur og steindeyður tað mesta av árinum, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Fyrst hevur landsstýrið keypt gamla Sjóvinnubankan niðri við Kongabrúnna og nú keypir Løgtingið bygningin mitt í sjálvari gongugøtuni.

 

Hann hevði hugsað sær, at eitt hús, sum liggur so væl fyri, átti at verið brúkt til útvent virksemi, har lív skal vera í tað mesta av samdøgurinum.

 

- Hann kundi verðið til stórt gagn fyri miðbýin og Havnina, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevdnini.

 

Hann skilir at Løgtingið hevur tørv á plássi, men hann heldur, at onkur loysn má finnast, uttat at taka eitt hús mitt á sjálvari gongugøtuni. Hann hevur tó onga ítøkiliga loysn beint nú, men tað eigur ikki at vera mitt á gongugøtuni.

 

Og hyggja vit eftir, hvussu Løgtingið hevur røkt Gamla Apotek, sum er fullkomiliga fallið í órøkt, kunnu vit stúra fyri, hvussu Eik-bygningurin fer at síggja út um nøkur ár, heldur hann.