Ein á veg upp - ?tvær á veg niður

Kommunuvalið í Noregi mánadagin var helst ein staðfesting av, Noreg skjótt fær eina kvinnu í stjórnarleiðarastarvið aftur

Tann stóri vinnarin á valinum fyrradagin var Høyre. Úrslitið hjá flokkinum var tað besta síðani 1979, og flokkurin fekk ikki færri enn 734 kommunustýrislimir afturat, so hann nú hevur 2.338. Hevði valið mánadagin verið eitt stórtingsval, hevði Høyre fingið 19 tinglimir afturat teimum 30, sum flokkurin nú hevur. Samstundis høvdu teir borgarligu fingið fleiri stórtingslimir enn stjórnarsamgongan, og hóast tað kann vera torført at fáa ta politisku kabalina í Noregi at ganga upp, hevði Høyre-formaðurin, Erna Solberg, uttan iva endað í leiðarasessinum í einari borgarligari stjórn.

Hjá hinum stóra flokkinum á tí borgarliga vonginum var valið eitt stórt vónbrot. Framburðsflokkurin misti 459 av teimum 1.596 kommunustýrislimunum.

Hin stóri taparin var Sosialistiski Vinstraflokkurin. Undan valinum mánadagin var greitt, at SV fór at fáa ein frammaná, og flokkurin misti 166 av teimum 527 kommunustýrislimunum. Floksformaðurin, Kristin Halvorsen, boðaði frá, at hon stillar ikki upp, tá formansval verður í flokkinum næstu ferð. Fleiri politiskir eygleiðarar vænta, at Siv Jensen fer eisini at umhugsa sín formanssess í Framburðsflokkinum.