Manshondbóltur
Tað er einki at ivast í, hvar eyguni hjá strandingum eru vend í hesum døgum. Stóra FM-finalan móti VÍF hevur seinastu vikurnar staðið sum ein stórur skuggi yvir restina av dystunum, og kanska hava avrikini á vøllinum eisini verið merkt av hesum.
Nóg mikið
Í øllum førum tóktust strandingar at vera í heilt øðrum hugaheimi stóran part av dystinum, tá teir sunnudagin tóku ímóti Neistanum.
Neistin, sum annars ikki hevur verið serliga høgt flúgvandi seinastu umførini, og sum hesa ferð eisini mátti vera ein skaddan Áka Mørk fyriuttan, var væl og virðiliga betra liðið í fyrra hálvleiki. Ikki minst tóktist Helgi Justinussen at trívast væl á heldur óvanda miðplássinum, og spakuliga vunnu teir seg alt longi frá vertunum. Pappírið sigur, at munurin í steðginum var fýra mál, men hesin kundi væl verið munandi størri, høvdu gestirnir verið eitt lítið sindur kaldari í nøkrum avgerandi løtum.
Í seinna hálvleiki vóru partarnir ikki at kenna aftur. Ivaleyst høvdu vertirnir fingið nøkur álvarslig orð frá venjaranum í steðginum, og teir vóru í øllum førum fullkomuliga hamskiftir, nú farið varð undir dystin aftur.
Serliga fingu teir verjupartin at rigga, soleiðis at neistamenn ikki vistu sær onnur ráð enn at skjóta útifrá, og móti Marian Cirloganescu er hetta í øllum førum ikki nakað, sum gevur serliga góð úrslit.
Neistin fekk bert tvey mál fyrstu 5/6 av seinna hálvleiki, og so var dysturin sum so avgjørdur. Seinastu løtuna gekk meira javnt á, men tá var sigurin eisini vísur, so strandingarnir tóku sær tá meira av løttum.
Týðandi staðfestingar
Og við sigrinum fingu strandinganir helst staðfest tveir lutir. Hitt var, at teir nú í øllum førum eru vísir í at fáa silvurið, tá teir fara til Vestmanna, har ein javnleikur er nóg mikið til gullið, tó at tað neyvan verður spælt upp á javnleikin.
Hitt seinna var kanska meira týdningarmikið. Nevnliga at teir framvegis megna at toga verjuna upp, tá tørvur er á tí. Hetta er nakað, sum hevur verið borganin fyri góða spælinum hjá StÍF, tá tað er upp á tað besta, men tað er tó nakað síðani, at tað hevur verið tað.
Móti skjúttunum hjá VÍF er tó júst hesin parturin alneyðugur at hava í rættlag, og í so máta var hetta helst týdningarmikla staðfestingin hjá StÍF. Nevnliga at teirra sterkasta vápn er um at verða løtt, soleiðis at gullið kann spælast heim. Men hinvegin ? so vilja vestmenningar helst eisini tosa við í hesum spurninginum.
Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 25-19 (10-14)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Alexandur Johansen 6(2), Bent Djurhuus 4, Costin Dumitrescu 2, Kristjan Petursson 1, Artur Johansen 1, Borgar Danielsen 1
Neistin: Dann Thorleifsson 5(1), Ragnar Stakksund 2, Birgir Kass 2, Ræni Slættanes 2, Jón Ludvig 2, Kári Mortensen 2, Helgi K. Justinussen 2(1), Morgan Knezevic 2
Brotskøst: StÍF 2, Neistin 4
Útvísingar: StÍF 1, Neistin 3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Hartvig Joensen. Høvdu til tíðir trupult at finna runt í rótutu uppgerðunum á vøllinum.