Ein virknan íbúðarpolitik

Ein hin mest átroðkandi spurningur í Havnini er íbúðartørvurin.

Fyri nøkrum árum síðan var íbúðargrunnurin settur á stovn, men alt ov lítil nýtsla er gjørd av hesum grunni í samband við byggjan av íbúðum, og nú tykist sum veruligt forstoppilsi er komið í bygging av íbúðum. Vit hoyra og lesa mest um ung, sum hava trupult at finna sær býli, men trupulleikin er ikki tengdur at ávísum aldri. Tí er alneyðugt, at tað verður virkað fyri, at íbúðargrunnurin saman við lokalum kreftum gerst drívmegin í alternativum íbúðarpolitikki, ið millum annað bæði snýr seg um byggjan av íbúðum til ung sum eldri og til teirra, sum vegna brek seta onnur krøv til sín bústað.


Í egnum bústaði

Eldrarøktin hevur verið skerd seinnu árini, og hetta rakar tey eldru og familjur teirra sera meint. Málsetningur okkara í eini komandi samgongu verður at seta út í korti ein aktivan íbúðarpolitik, sum skal snúgva seg um, hvussu vit tryggja teimum eldru at vera sum longst í egnum bústaði við rætti til ráðgeving og fíggjarligan stuðul til neyðugar broytingar í heiminum. Hesin málsetningur krevur, at tað verður arbeitt fram ímóti, at bjóða teimum eldru nøktandi neyðuga heimarøkt alt samdøgrið.


Sambýlir

Har henda loysn ikki er egnað longur, eigur dentur at verða lagdur á at hava tilboð um sambýlir, sum er roynt við sera góðum úrslitum. Men, tað finnast tey, ið krevja annað tilboð, og tá kann samfelagið ikki seta sína vón til at tey avvarðandi loysa trupulleikan. Her mugu stig takast til fleiri røktarheimspláss. Teir longu bíðilistarnir vísa at røktarheim mugu byggjast og útbyggjast, hóast fari verður undir alternativar loysnir sum tær, ið eru nevndar omanfyri.


Brekað eiga

sama rætt

Støðan hjá teimum brekaðu er somuleiðis út av lagi. Øll minnast vit jólasøguna tá pensjonati á jólum varð stongt, og búfólkini vórðu innløgd á sjúkrahús sum sjúklingar. Vit fegnast um, at tann søgan endaði gott, men hon vísir eisini á tørvin á einum aktivum íbúðarpolitikki.Tað má vera ein rættur, at brekað fólk hava somu rættindi til samfelagslig tilboð, sum øll onnur, og vit hava skyldu til at skipa okkara samfelag so, at samfelagsligar forðingar ikki vera til hindurs fyri, at brekað kunnu krevja sín rætt.


Havnin er

útbúgvingarmiðdepil

Havnin er sum útbúgvingarmiðdepil noydd at hava býlið at bjóða tilflytarum. Støðan, sum nú valdar, er als ikki nøktandi, og ger at hvørki havnafólk ella tilflytarar finna eitt býlið. Í hesum sambandi kundi samstundis verið nevnt, at Frelsunarherurin hevur víst á, at í Havn eru nógv heimleys, og tað er ikki ein støða, sum politiski mynduleikin kann lata sær lynda. At hava eitt stað at búgva er ein rættur, sum skal standa øllum borgarum í boði.


Eyðólv Dimon,

valevni Javnaðarfloksins

í Suðurstreymoy