Ein Volvo 144 fylti 30 í gjár

Hann var fyrstur við Rituni í 1971. Og fyrstur við Teistanum í 2001. Og hann verður kanska eisini fyrstur gjøgnum undirsjóvartunnilin undir Skopunarfirði

 

FYRI 30 ÁRUM SÍÐANI


Í gjár skrivaðu vit 16. november 2001. Fyri Brynjolv Jensen, tryggingarmann í Hoyvík, var hetta ein serligur dagur, tí tá vórðu liðin 30 ár síðani bilur hansara fyrstu ferð varð skrásettur ? í Føroyum.

Tað var Petur Poulsen í Skopun, sum keypti bilin í 1971. Júst tá var nýggja strandfaraskipið, Ritan, farið í sigling, og var Volvo-bilurin tann fyrsti bilurin, sum varð fluttur við Rituni um Skopunarfjørð.

Brynjolvur Jensen keypti bilin fyri 10 árum síðani. Hann kendi væl bilin, sum ofta vitjaði í heimbygd Brynjolvs, Sumba. Eisini hevði Brynjolvur í síni tíð sum sýnsmaður á Bileftirlitinum ofta sýnað bilin.

Brynjolvur hevur lagt stórt arbeiði í at seta bilin í uppruna stand aftur, og er hann á at líta sum tá hann var nýggjur. Uttan sum innan er bilurin grønur og hevur uppruna intrekk og teppi. Bilurin hevur bert koyrt 85.000 km øll hesi 30 árini ? í miðal undir 3.000 um árið. Hóast merktur av aldri, so var bilurin ikki slitin.

Í Føroyum var einki felag fyri fólk, sum hava áhuga fyri at røkja og varðveita gamlar bilar, tá Brynjolvur keypti hendan bilin. Men bilurin hevur so verið við til at kveikt áhugan fyri felagnum Føroya Elliskafør, sum Brynjolvur, saman við øðrum, stovnaði í 1992. Hann var tá, og er enn, formaður í felagnum.

? Tað er nakað heilt serligt at hava eitt ellisakfar, sum hevur sín uppruna í Føroyum, sigur Brynjolvur Jensen við blaðið hjá Føroya Ellisakførum. Hann sigur, at hann ofta hevur hugsað sum so, at bilurin hjá sær ikki var eitt ellisakfar. Men nú bilurin er farin um tey tríati, kann Brynjolvur stíga fram og vísa eitt upprunaligt føroyskt ellisakfar. Svørtu Fø 51.548 nummarpláturnar skriva søgu saman við bilinum.

Tá nýggja strandfaraskipið, Teistin, varð sett í sigling millum Gomlu Rætt og Skopun, beyð Strandferðslan Brynjolvi og Volvo-bilinum við. Aftur hesa ferð skrivaði hann søgu, tí hann var fyrsti bilur, Teistin flutti um Skopunarfjørð.

Tað eru valla fleiri bilar í Føroyum, sum kunnu bjóða ferjunum av í livitíð. Brynjolvur heldur tó ikki, at bilurin um 30 ár aftur verður fyrstur við eini nýggjar Sandoyarferju:

? Tá verður hann fyrstur gjøgnum undirsjóvartunnilin undir Skopunarfirði ? á veg til Sumbiar, sigur Brynjolvur smílandi.

Livst so spyrst?