Eina mia. frá vælferðini!

Grundarlagið fyri, um eitt samfelag er eitt vælferðarsamfelag ella ikki, er m.a. um tað hevur eitt nøktandi heilsuverk.

 

Prógv er seinastu dagar komið um tað, sum flestu føroyingar vistu: heilsuverk okkara er í skeljasori! Fyri nøkrum árum síðan vísti ein yvirlækni á Landssjúkrahúsinum á, at síðan vit sjálv fóru at umsita blokkstuðulin, er heilsuverk okkara afturútsiglt við einari milliard krónum. Og tað má svíða!

Talað verður aftur og aftur av politisku flokkunum um, at vit skulu framhaldandi vera eitt vælferðarsamfelag. Men spurningurin er, um vit eru millum tey lond, sum kunnu kalla seg eitt vælferðarsamfelag. Í hvussu so er ikki, tá talan er um okkara heilsuverk. At hava eitt vælvirkandi heilsuverk er ein av fortreytunum fyri, um vit eru eitt vælferðarsamfelag.


Psykolog sum stuðulspedagog

At so at siga allar sjúkrasystrarnar á eini deild á Landssjúkrahúsinum siga seg úr starvi samstundis vegna ótolandi umstøður, er nóg greitt prógv um tað, sum flestu okkara vistu: heilsuverk okkara er í skeljasori. Og at leiðslan á sjúkrahúsinum kallar sjúkrasystrarnar til fundar og hevur psykolog við sum stuðulspedagog prógvar, at hon ikki er uppgávu sína vaksin. Hetta kann sammetast við súkklurnar hjá heimasjúkrasystrunum.


Eina heila milliard afturútsiglt

Fyri nøkrum árum síðan vísti ein av yvirlæknunum á Landssjúkrahúsinum á, at síðan vit fingu blokkstuðulsskipanina, har vit sjálv fingu loyvi at umsita danska stuðulin, sum skal tryggja okkum vælferðina, hevur heilsuverk okkara fingið eina heila milliard krónur minni, enn tað hevði fingið undir gomlu refusiónsskipanini! Og at tað má merkjast onkustaðni, sigur seg sjálvt.


Ótíðarhóskandi útgerð

Umframt manglandi starvsfólkanormeringar vísa sjúkrasystrarnar á, at útgerðin á deildini er gomul, slitin og ótíðarhóskandi. Havi sjálvur upplivað á røntgendeildini, at røntkan ikki vildi fungera. Tá ið hon so at enda aftur fekst at rigga, vísti tað seg at »blýggjmyndaplátan« ikki sat sum hon skuldi. Spurdi, um hesin elligamli teknikkurin framvegis bleiv nýttur og fekk at vita, at so var. Spurdi so, hvussu stórur tørvurin á røntgendeildindi var, fyri bert at koma upp á eitt hóskandi støði tekniskt sæð, og fekk at vita, at bert røntgendeildini tørvaði 30 mió. kr. Og at skilið er tað sama á øðrum deildum er eingin ivi um og hava vit nú eisini fingið prógv fyri.


Megu endurreisa

vælferðarsamfelagið

At alt samfelagið var niðurpínt kreppuárini, kann góðtakast, men at vit í bestu búskaparligu árum nakrantíð og samstundis sum fullveldissamgongan sigur nei-takk til út við 400 mió. kr., skulu uppliva eitt heilsuverk, sum ikki verður nútíðargjørt, kann als ikki góðtakast. Tí megu vit bert vóna, at verandi skaðasamgonga skjótast leggur frá sær og vit fáa eina nýggja samgongu, sum kennir ábyrgd sína og fer undir at endurreisa vælferðarsamfelagið aftur!