Eina stóra tøkk til Hans Andrias Sølvará

Kajfinn Hammer
------
So var hann aftur har. Hann sjálvur norðan úr myrkrinum. Trúarfelagin hjá Georg Brandes, Hans Kirk, Høgna av Heiði & Co. Ein sannur ribbaldur. Eitt geni. Eitt av teimum fáu, sum hórað eru undan í hesum út av lagi irreligiøsa landi. Og nú hevur hann aftur sitið og skrivað av eftir øðrum bíbliufobistum, hvussu skammiliga langt av leið báðir skrønusigararnir Matteus og Lukas vóru. At hugsa sær til, at slíkir gudsmenn skulu hava sitið og pentað saman skrønir fyri góðtrúnum hampafólki um t.d. Augustus keisara, sum er tað reina uppspinn. Hevur nakar hoyrt so galið? Og so var Lukas eins og Hans Andrias eisini granskari. Jamen, eru teir ikki til at líta á? Ein granskari og annar - ella hvat? Takk fyri Hans Andrias. Nógv ímillum góðu tíðindi tíni norðan úr myrkrinum nú til jóla, sum eru við til at skapa í menniskjum góðan tokka!
Í eini tíð har «syndens forladelse» er blivið til «syndens tilladelse» og «synderens retfærdiggørelse» er blivið til «syndens retfærdiggørelse», sum ein hevur sagt, er ikki annað í væntu.
At Hans Andrias er ov seinur á sjóvarfallinum, ervar hvørki hann ella nevndina á forlagnum hjá Fróðskaparsetrinum Fróðskapur. Til tess situr skeggið alt ov nær høkuni! Bara heitið á bókini “Tey fyrstu jólini” vísur, hvussu langt út Hans Andrias er vassaður, søgureingjandi sæð. Jesus var jødi, føddur í Ísrael, og føðing Hansara hevur onki við norrønu jólini at gera yvirhøvur! Hetta er søgufalsan av grovasta slag og lítið virðiligt fyri eitt forlag, ið kallar seg Fróðskap! Skalt tú finna tey fyrstu jólini, mást tú granska norrøna søgu - ikki frásagnir Matteusar og Lukasar! At katólska kirkjan legði Jesu føðing um somu tíð sum jól vórðu hildin, hevur onki við Augustus, Matteus, Lukas ella Jesu føðing at gera yvirhøvur. Tann kirkjan hevur megnað at leggja so mangt har tað ikki hoyrir heima, t.d. eisini jødisku páskirnar v.m.! Jú, søgureingjan hava vit nóg mikið av uttan hjálp frá Hans Andrias. Og at vísa bíbliufobistum til seriøsa søgufrøði, sum tað finnist ein ørgrynna av hesum viðvíkjandi, er burturblakað tíð. Tað gevur onga meining, tí sum danir siga, “hvis det er fakta, så benægter jeg fakta”! Men hetta er neyvan seinastu ferð Hans Andrias dregur gamalt hoyggj, ið ikki kann brúkast til annað enn til at blaka fyri tey at eta, ið dáma at jótra slíkt!
HASa søguligu reiðiligheitina hava vit sæð áður, ikki bert tá HASin søgufrøðingurin, sum Hanus Kamban í Sos. 12.12.2008 kennir slíka trongd til at kalla “ein kristin søgufrøðingur“ (sitat), gjørdi Kristus til analfabet, men eisini í ‘Orð um Guð’-takkarrøðu síni fyri heiðurin frá táverandi Føroya Banka og eini ávísari tjóðveldiskvinnu, tá sami søgufrøðingur uttan at blúgvast stóð og leyg føroya fólki beint upp í eyguni og segði, at “samfeløg, sum hava flest moskur og flest samkynd, hava størstu búskaparligu framgongdina.”! (sitat). Sí Sos. 10.03.2008. Hvat so tað nú hevði við heiðurin at gera?
USA og lond í ES eru tey londini, har samkynd florera og hava flest rættindi! Kortini líkna tey meir og meir Afrika hvat arbeiðsloysi viðvíkur og eru í síðstu løtu bjargað undan húsagongd - sum framvegis spøkir!
Islamisku londini eru tey londini, ið hava flest moskur. Tey eru um at drukna í miðaldarismu, sharia, fathwa, jihad, fátækdómi, kvinnukúgan, trúarfrælsiskúgan, harðskapi, sjálvmorðsbumbuálopum, skeran á háls, handaavhøgging, myrðan av samkyndum, bahai, kristnum o.ø., arbeiðsloysi, fíggjarligum ruðuleika, jødahatri, vesturheimshatri, rasismu, terrorismu, pædofili og tað ið mangan verri er!
Guð forbarmi seg fyri eina reiðiliga søgufrøði, HASin maðurin mengar sær við!
Men hann er ikki einsamallur. Í Sosialinum 05.08.2011 roynir hugsjónarligi lags’bróður’ hansara, Annita á Fríðriksmørk, eisini at lúgva føroya fólki beint upp í eyguni við at siga, at tey londini, ið klára seg best, eru tey, ið hava tolsemi sum vørumerki! Tolsemi mótvegis hvørjum? Hetta sigur hon, hóast hon væl veit, at londini, ið flagga mest við tí slagnum av ‘tolsemi’, hon hevur tikið til sín, t.d. USA og EU, eru um at drukna í skuld, arbeiðsloysi, antisemitismu, bíbliufobismu, kriminaliteti og fíggjarligum óføri! Í USA ganga 23 milliónir arbeiðsleys! Í ES ganga 18 milliónir arbeiðsleys! Hetta er tað sama sum íbúgvaratalið í Portogal, Letlandi og Danmark tilsamans! Bert í Danmark, homo- og tolsemisháborgini miklu, verða uml. 800.000 fólk breyðfødd av tí almenna! Og hvat við Kina? Einki land í heiminum hevur havt størri vøkstur enn Kina, eitt harðræðisstýrt land, hvørs tolsemi vit síggja hvønn dag mótvegis samkyndum, kristnum o.ø., fyri als ikki at tala um niðurpínda fólkið í hertikna og kúgaða Tibet o.s.fr.!
So hatta tolsemis-vørumerkið hjá Annitu er ikki annað enn sama stóra bluffið, sum Hans Andrias eisini serverar. Men sum danir siga: Hvis det er fakta, så benægter jeg fakta! Fortel bara eina lygn nóg ofta, og fólk trúgva tí at enda, segði Hitler á sinni! Hann fekk eisini so gott sum alt fólkið við sær í deyðan!
Men Hans Andrias er nakað serligt. Eitt geni. Hann dugir nevniliga at lesa Bíbliuna aftanífrá - eins og ein annar heilt ávísur harri! Og tað er ikki hvørjum manni beskorið! Tað, eingin samkomuleiðari ella evangelistur megnar nóg væl, tað megnar Hans Andrias til fulnar. Jú, meira hann og hansara trúarfelagar royna at gera til einkis Orð Guðs, jú, fleiri gjøgnumskoða fintir hansara og fara at lesa Orð Guðs og koma til sannkenning og frelsandi trúgv á Harran Jesus Kristus!
So, góði Hans Andrias, halt endiliga á! Stóra, stóra takk fyri.
Nú bíða vit spent eftir nær ein líknandi avdúkan av Mohammed og Koranini fara at koma frá Hans Andriasar’s hond! Vónandi fer søguliga reiðiligheitin og mótið ikki at svíkja - tí hví skuldi tað nú tað?
So fáa vit at síggja, um tað er søgulig reiðiligheit ella snævurskygd bíbliufobisma, ið drívur verkið!
Ein túrur til Mekka, moskunnar háborg, hevði ivaleyst víðkað søguliga sjónarringin, fyri ikki at siga hjálpt uppá ein hart tiltrongdan rennitúr sjey ferður runt svørtu Ka’abah móti sólini, fyri síðan at givið svarta steininum har ein ávísan koss, so vit onnur fingu greiðu á um Koranin er Orð Allahs ella Orð um Allah!
Síggj, tað kundi verið áhugavert at fingið Hans Andrias at sagt okkum, heldur enn at hann sum nú er skal standa og draga gamalt hoyggj restina av lívinum!