Vit skulu fáa meira burturúr, og vit skulu verða fleiri fólk her heima at gera nakað við tað. Vit skulu gerast dugnaligari og vera virknari longri, og vit skulu finna loysnir saman, tæna næstanum og tæna felagsskapinum.
Onkur helt orðaðskiftið vera tamt, men heldur tað enn klandur og smalar samgongur. Í byrjanini av brátt farna valskeiði eydnaðis ein morgunin við at orða loysn á málinum um skúladepil í Marknagili. CHE-samgongan var smøl, og ávísur tingmaður vildi ikki atkvøða fyri, uttan at ávísur tunnil var grivin samstundis. Tá var høvi at fella landsstýrið, men heldur valdi eg at tryggja tann framúrskarandi depil ið nú er á veg. Somuleiðis í so mongum málum farnu árini, ferð eftir ferð hava Sjálvstýrisflokkurin og Kári á Rógvi verið avgerandi fyri loysnum.
Men størsta rós farnu árini eigur tó uttan samanlíknan Høgni Hoydal fyri at hava valt ávirkan og langsiktaðan politikk undir BC-minnilutastýrinum. Sum frá líður fara mangar hundraðtals milliónir í øktum avreiðingarvirði at økja búskapin. Men eisini gomlu mótstøðumenn mínir Johan Dahl og løgmaður skulu fáa rós frá mær fyri at hava lagt doyin á tað rætta, miðvísa og víðskygda farnu tíðina.
Sjálvur verði eg ikki drúgvur á Tingi, men eg heiti á fólk um at geva mær ein kjans afturat. Ætli mær út á politiska dekkið, har lógir verða spleysaðar, játtanir bøttar og semjur rektar úr fløkju. Avbjóðingarnar eru sera stórar, skilji væl Magna ið takkar fyri seg, men loysnirnar liggja nú eisini merkiliga væl fyri í Føroyum. Fáa vit skil á útbúgving, fiskivinnu og almennum bygnaði, so støkkur føroyski búskapurin sum ein tundurproppur upp av botni. Seta vit forðandi minnilutarnar til viks sum vit gjørdu í miðnámsskúlanum, ølinum og fiskidøgunum, so fara Føroyar framá!
Fyri mítt egna viðkomandi, so havi eg lært av lívsins oyrafikum – við tíni hjálp kann eg fáa flogið aftur. Lat meg fáa atkvøðu tína hesa einu ferð afturat.
Kári á Rógvi, løgtingsmaður og valevni Sjálvstýrisfloksins