Fimm ferðir hevur talan verið um fólk, sum eru farin til hendurs uttanfyri skeinkingarstøðini.
Tá politiið kom á staðið, varð skjótt friður. Tó er ein 20 ára gamal maður handtikin fyri harðskap. Samstundis verður bíðað eftir, at ein álopin skal siga frá, um hann hevur ætlanir um at melda ella ikki.
Eisini var tørvur á hjálp frá politinum, tá ein sjúkrabilur varð tilkallaður í Steinatúni. Talan var um eina unga kvinnu, sum small um, og tí varð ringt eftir sjúkrabilinum.
Um hetta mundi vóru somikið nógv fólk í Steinatúni, at portørarnir ikki fingu arbeitt, og tí varð ringt eftir hjálp at geva teimum arbeiðisfrið.