Undan dystinum ímóti Fraklandi var greitt, at landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, var noyddur at gera ávísar broytingar í mun til seinast.
Serliga í verjupartinum skuldu broytingarnar gerast, eftir at hvørki Óli Johannesen, Atli Danielsen ella Jákup á Borg vera við í dag.
Og landsliðsvenjarin hevur funnið pláss til ein debutant í byrjunaruppstillingini í dag. Tí tað verður ungi verjuspælarin úr NSÍ, Einar Hansen, sum fer at byrja á vinstra bakki.
Harafturat fær Hjalgrím Elttør, sum hevur klárað tað sera væl fyri NSÍ í ár, aftur møguleikan frá byrjan av í dystinum ímóti Fraklandi í dag.
Føroyska uppstillingin móti Fraklandi verður henda søgd frá høgru:
Jákup Mikkelsen
Christian Høgni Jacobsen
Jón Rói Jacobsen
Fróði Benjaminsen
Einar Hansen
Símun Samuelsen
Súni Olsen
Mikkjal Thomassen
Hjalgrím Elttør
Rógvi Jacobsen
Christian L. Holst