Einasta kvinnan givin

Nú eru bara menn eftir í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í USA til valið í heyst. Tann einasta kvinnan, sum hevur verið í valstríðnum, Michelle Bachmann, kunngjørdi í dag, at hon hevði gjørt av at gevast.

Avgerðina tók hon aftan á uppstillingarvalið í statinum Iowa í gjár, har hon fekk bara fimm prosent av atkvøðunum, hóast hon er ættað úr Iowa.

-Fólkið í Iowa hevur talað við klárari rødd, og eg havi gjørt av at taka meg aftur, segði Michelle Bachmann á tíðindafundi.

Fleiri høvdu væntað, at Texas-guvernørurin, Rick Perry, eisini fór at gevast aftan á valið í Iowa, men hann hevur sagt, at hann heldur fram í kappingini.