Fótbóltur
Føroyar var einasta pinkutjóðin, sum fekk stig leygardagin, men fleiri av hinum pinkutjóðunum vóru væl við í sínum dystum. Liktinstein vitjaði í Wales, og endaði dysturin við einum 2-0 sigri til Wales. David Edwards fekk hol á aftaná 42 minuttirs spæl. Wales var tað betra liðið, men Liktinstein hótti tíðum tað walisiska málið. Leingi stóð 1-0, men 10 minuttir, áðrenn tíð gjørdi søguligi toppskjútin hjá Liktinstein, Mario Frick, sjálvmál, so Wales vann 2-0.
Á tí takksama pappírinum hevur tað bara verið San Marino, sum hevur verið verri enn Føroyar. San Marino tapti á heimavølli 1-3 ímóti Slovakia. Støðan í hálvleikinum var 2-1 til Slovakia. Luksemburg tók ímóti Ísrael. Yossi Benayoun legði Ísrael á odda eftir 2 minuttirs spæl, men longu í 14. minutti javnaði Rene Peters til 1-1, sum gjørdist hálvleiksstøðan. Í 2. hálvleiki setti Ísrael tingini uppá pláss við tveimum málum, so endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til Ísrael. Ísland tapti 2-0 ímóti Hollandi í Rotterdam, og Malta tapti 3-0 ímóti Danmark í Parkini. Andorra spældi ikki í kvøld.