Heimasíðan hjá Elton John veit í dag at siga, at konsertin í Føroyum er hin einasta solokonsertin, sum lýst er higartil í Europa í summar. Aðrar konsertir í Europa eru at finna á listanum yvir konsertir, men allar eru við bólki, so enn er bert henda eina solo konsertin lýst. Sum síðan sigur: Tuesday, June 29 at Tórsvøllur, Torshavn, Faroe Islands, Denmark. Síðan vísur sjálvandi eisini áhugaðum á, hvar til ber at keypa atgongimerkir (á netinum), so møguliga fáa føroyskir fjepparar kapping frá útlenskskum Elton John fjepparum, ið vilja uppliva hann í Føroyum.