Eingi grundstykki at fáa í Havn

- Sethúsamarknaðurin er sera viðbrekin, og politisk ótrygg viðurskifti, spurningurin um fullveldi ella samband gera sítt til, at fólk aftra seg at keypa, siga Jonhard Dahl-Jacobsen á Húsamekling og Jónsvein Mortensen, leiðari á Inni.

Inni og Húsamekling hava ørgrynnu av húsum til sølu, men einki grundstykki hevur verið til sølu í longri tíð

Í einum samfelag sum tí føroyska, er sethúsamarknaðurin ógvuliga viðbrekin. Í tíðum við nógvum fiskiskapi, góðum fiskaprísum og stórum bjartskygni er stórur eftirspurningur á húsum og grundstykkjum, meðan tað øvuta ger seg galdandi, tá ið viðurskiftini eru minni góð. Hetta kunnu bæði Jonhard Dahl-Jacobsen á Húsamekling og Jónsvein Mortensen, leiðari á Inni, skriva undir uppá.

- Marknaðurin er ógvuliga sárbarur. Úttalilsið hjá stjóranum í Húsalánsgrunninum herfyri um frystu sethúsaskuldina loypti hvøkk á fólk. Hann spáddi jú, at fólk fóru ikki at verða før fyri at gjalda avdrøg og rentur, tá ið skuldin fór at tiðna og mælti tí fólki til at selja beinanvegin, siga teir báðir Jonhard Dahl-Jacobsen og Jónsvein Mortensen.

Jonhard Dahl-Jacobsen roknar við, at tá fleiri lán verða tiðnað, koma fleiri hús á marknaðin, eisini á tvingsilssølu.

- Tilkomin fólk koma í trupulleikar, tá ið tey verða pensjónistar, tí tá fáa tey ikki ráð at hava húsini. Tí fara fleiri at velja at selja í góðari tíð, rokni eg við, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen.


Fyrispurningar hvønn dag

Tað er so gott sum ómøguligt at fáa grundstykki til keyps í Havn í dag. Einki grundstykki hevur verið til sølu í longri tíð á Húsamekling, og bert eitt er til sølu hjá Inni. Men tað er eisini eitt dýrt grundstykki, sum liggur sera væl fyri. Bert fyri tveimum árum síðani var stórt útboð á grundstykkjum í Havn, og Tórshavnar kommuna hevði fitt at selja.

- Á bygd er fitt av grundstykkjum til sølu, men øll vilja til Havnar eftir øllum at døma. Eg fái nógvar fyrispurningar um dagin frá fólki, sum sóknast eftir grundstykkjum, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen, sum heldur, at Tórshavnar kommuna átti at farið undir at útstykkja aftur.

Ein avleiðing av hesum er, at tá ið eitt grundstykki er til sølu, verður prísurin ógvuliga høgur. Tórshavnar býráð samtykti nakað herfyri, at fólk hava ikki loyvi at selja kommunal grundstykki í víðari sølu. Tey, ið vórðu seld áðrenn hesa samtyktina, fóru fyri upprunaliga prís. Í miðal 260-280.000 krónur.

- Eftir mínum tykki var tað ein skeiv avgerð, býráðið tók, tí kommunan megnar ikki at avgreiða stykkini nóg skjótt. Heldur átti kommunan at latið fólk selt og so inndrigið hini stykkini so hvørt, hon hevði orku til at avgreiða tey, sigur Jónsvein Mortensen.

Havnarfólk leita treyðugt út um Norðasta Horn ella bøgarðarnar annars, men vánaligu útlitini at fáa grundstykki í høvuðsstaðnum fara kanska at gera, at tey verða noydd til tað. Á Langasandi er ein stór útstykking farin fram. Jonhard Dahl-Jacobsen arbeiðir umframt við at selja hús, eisini sum byggifrøðingur, og hann hevur staðið fyri planeringini. Klárt verður at byggja á Langasandi næsta summar. Sjálvur umboðar Jonhard Dahl-Jacobsen Suðuroyarhús og fleiri av hesum eru í gerð fleiri staðni í Føroyum.

- Fingu vit fatur á fleiri grundstykkjum, vórðu fleiri bygd.


Ørgrynna til sølu

Bæði Inni og Húsamekling hava ørgrynnu av húsum til sølu, Húsamekling eini 30-40 í tali um allar Føroyar. Fyri fáum mánaðum síðani vóru færri hús til sølu, og tey vórðu seld so at siga beinanvegin.

- Eini 80-90 prosent av húsunum til sølu, eru hús í Havn, sigur Jónsvein Mortensen.

- Myndin er broytt eitt sindur seinastu tíðina. Nú gongur eitt sindur seinni at selja tey. Tað hongur saman við, at fólk eru eitt sindur ótrygg. Úttalilsið hjá stjóranum á Húsalánsgrunninum gjørdi sítt til, at bremsan varð sett í. Afturat er rentan farin at kvinka uppeftir, og vit vita eisini, at fiskamongdin minkar hóast prísirnir eru høgir. Spádómarnir um at livistøðið lækkar, tá ið vit fáa fullveldi, gera eisini sítt til at fólk verða ótrygg. Fólk bíða eisini eftir, at prísirnir verða lægri. Hesi viðurskifti ávirka fólk ógvuliga nógv, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen.

- Marknaðurin er nógv meiri viðkvæmur á bygd enn í Havn, sum ikki er so tengd at fiskivinnuni. Úttalilsið hjá stjóranum á Húsalánsgrunninum, sum eg meti var ógvuliga óheppið, loypti ein hvøkk í, men mær vitandi eru fólk ikki farin at selja av teirri orsøk, sigur Jónsvein Mortensen.

Sethúsaprísirnir fóru nógv upp fyri 2-3 árum síðani, men seinasta árið hevur ikki verið serlig hækking. Eini vanlig hús í Havn um 20 ára gomul og sum liggja miðal væl fyri kosta umleið 1-1,2 mió. krónur. Á bygd fara somu hús fyri 450-500.000 krónur. Í Runavík, Klaksvík, og øðrum størri plássum er prísurin hægri.

- Prísurin er komin á eitt fast støði, og flest fólk hava ikki ráð at keypa dýrari. Fíggingarstovnarnir steðga eisini á hóast fólk hava hug at bjóða hægri. Prísurin er komin so mikið langt upp nú, at tað loysir seg at byggja. Trupulleikin er bert, at í Havn fært tú einki øki at byggja á. Tí er sethúsaprísurin hægri enn hann hevði verið um fleiri grundstykki vóru tøk, sigur Jónsvein Mortensen.


Vónleyst at fáa íbúð

Er tað trupult at fáa fatur á grundstykki í Havn, er støðan ikki mætari, tá ið umræður íbúðir. Ein rúgva av fólki venda sær dagliga til Húsamekling fyri at vita, um nøkur íbúð er til leigu ella sølu.

- Hugskotið at gera íbúðir oman fyri Berjabrekku dámar mær væl, men eg seti spurnartekin við, um Húsalánsgrunnurin skal gera tær. Serliga tilkomin og eldri fólk hava tørv á íbúð. Eg rokni við, at 300 íbúðir vórðu seldar beinanvegin, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen.

Húsamekling setti fyri eini tíð síðan fólk á lista, sum ynsktu íbúð, men hendan tænastan er strikað. Hvørja ferð lýst varð eftir íbúð, varð skrivstovan yvirrend av fólki, sum vildu sleppa uppí part.