Eingi nýggj B68-nøvn enn

B68, sum við átta stigum niður til næstu liðini vann seg uppaftur í Effodeildina sum greiður vinnari av 1. deild, hevur enn ikki avdúkað, hvør møguliga skal styrkja um liðið næsta ár.

Í gjárkvøldið var ársveitsla á Toftum, og hóast B68-forkvinnan, Beinta Mikkelsen, áður hevur sagt, at tá skuldi felagið kunngera nøvnini á nýggju spælarunum, sum skulu styrkja um liðið næsta ár, kom einki navn á borðið fram á veitsluni.

Hinvegin er ætlanin at kunngera nøvnini seinni henda mánaðin, og tað hongur allarhelst saman við, at onkur av spælarunum, talan er um, enn hevur dystir eftir at spæla í Effodeildini og ein almannakunngerð vildi verið órógvandi ímóti endanum á tí kappingini.

Annars hevur Beinta Mikkelsen herfyri greitt frá í Rás 2, at hon fegnaðist um, at lokala loysnin við Øssuri Hansen sum venjara og egnum spælarum bar liðið til uppflyting, og at hetta eisini verður leisturin, arbeitt verður víðari við.

Millum teir spælarar, ið vanliga verða settir í samband við B68, men sum í ár hava spælt við øðrum feløgum, eru Jann Ingi Petersen og André Olsen í Víkingi, Ahmed Keita í AB, Ndende í TB og Ibrahima Camara í 07 Vestur. Og velur Jóan Símun Edmundsson at venda heimaftur úr norskum til føroyskan fótbólt, er B68 helst ein møguleiki.