Eingi súkkluheiðursmerki hesaferð - men øll sluppu við lívinum

Seinasta súkklukappingin á oyggjaleikum er av og tað rakk ikki til heiðursmerki - Dávur Magnussen var í góðari støðu í spurtinum, men fór harðliga um koll - Fleiri vildu vera við at hann varð skumpaður

Vónin um heiðursmerki í súkkling brast, tá ið linjusúkklingin hjá var á skránni í kvøld, og tað var undir rættiliga stóran dramatikki.

Kvinnurnar løgdu fyri, og triathlonvinnarin, Súsanna Skylv, gjørdist fremsti føroyingur, tá ið hon súkklaði 67 kilometra teinin upp á ein tíma, 55 sekund og 38 sekund - Tríggjar minuttir og 57 sekund seinni enn vinnarin úr Jersey.

Saman við liðfeløgunum Elsu Berg, á 17. plássi, og Mariu Svabo Hansen á 21. plássi rakk hetta til eitt fjórða pláss í liðkappingini, ið Jersey eisini vann.

Hjá monnum gjørdist Torkil Veyhe fremsti føroyingur, men tað var ikki hann, ið koyrdi um sigurin. Eftir at Torkil Veyhe hevði roynt at sloppið avstað nakrar ferðir var heldur avrátt at koyra Dáva Magnussen fram í spurtin. Hetta tóktist at eydnast væl, men júst sum føroyingurin skuldi taka seinastu metrarnar, endaði hann í girðingini og datt ógvusliga.

Fleiri fólk vildu vera við at Dávur Magnussen var skumpaður útav, ið eini roynd at forða honum at koma fremst í spurtin. Í roynd og verðu er hetta málið á lofti hjá flestu føroysku áskoðarunum á Gibraltar í kvøld.

In.fo fekk ikki orðið á føroysku súkklararnar í kvøld, men við aðrar miðlar verður sagt at hópurin og Dávur Magnussen sjálvur hugsa um at føroyski spurtarin slapp heilskapaður frá hendingini.

Dávur Magnussen kom tí ongantíð á mál, og Torkil Veyhe kom sum fremstur føroyingur á mál sum nummar 14, 17 sekund eftir vinnaran úr Saaremaa, ið hevur vunnið allar súkklukappingarnar á Gibraltar uttan liðkappingina í einkultstarti, tá ið Saarema fekk silvur.

Í liðkappingini í linjusúkklingini í kvøld gjørdist føroyska liðið við Gunnari Dahl-Olsen, Jákup Peturi Eliassen, Helga Winther Olsen, Torkili Veyhe og Dáva Magnussen nummar seks. - Eitt úrslit, ið helst hevði nærkast heiðursmerkjum um Dávur Magnussen kom inn millum teir fremstu.