Eingi serlig trygdartiltøk í Vágum

Flogførini hjá Atlantsflogi flúgva til Íslands, Norra, Danmarkar, Hetlands, Aberdeen og London, og eftir álopini í London og Glasgow umhugsar danska trygdarpolitiið at broyta tilbúgvingarstigið

í Danmark Á flogvøllinum í Vágum eru trygdarviðurskiftini tó óbroytt.

- Vit hava einki hoyrt enn, og vit gera heldur einki, fyrr enn vit frætta frá politinum, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, við Útvarpið.

Fútin ger saman við donsku fregnartænastuni, PET, og trygdardeildini hjá Statens Luftfartsvæsen av, um trygdarkrøvini á flogvøllinum skulu herðast.