FSF AÐALFUNDUR
Talan verður um friðarval, tá ið punkt fýra verður á skránni á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum. Ársaðalfundurin verður í FSF húsinum klokkan tíggju fyrrapartin í dag. Fleiri av málunum, sum snúgva seg um broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, og sum FSF hevur lagt fyri aðalfundin, hava verið umrødd her á síðunum fyrr í hesi vikuni.
Seinastu árini hevur ikki sørt av turbolensi verið, tá ið nevndarval hava verið fyri. Soleiðis verður tað ikki í dag. Sambært skránni fyri aðalfundin, sum FSF 4. februar sendi feløgunum, so verður sagt, at eingi uppskot eru komin til FSF uttan at endurvelja nevndarlimirnar, sum allir taka við afturvali.
Talan er um næstformannin, Niklas á Líðarenda, sum hevur sitið í sessinum tvey tey seinastu árini, og nevndarlimirnar Jens Erik Magnussen og Karl Vidtfeldt. Jens Erik Magnussen hevur verið í FSF nevndini nógv tey flestu av teimum 26 árunum, sum sambandið hevur verið til, og Karl Vidtfeldt hevur eisini mong ár á baki í FSF.
Áður valdaði altíð spenningur um nevndarvalið, inntil tað var avgreitt. Tað bar fundarluttakarunum til at leggja uppskot um nevndarlimir fyri sjálvan fundin, uttan at tað var neyðugt at boða frá hesum frammanundan. Soleiðis er tað ikki longur. Uppskot skulu sendast FSF innan ásetta tíð. Men tað hevur eingin gjørt hesa ferð, og tískil fer FSF nevndin at hava somu manning eftir aðalfundin, sum hon hevur havt undan aðalfundinum.