Eingin breið samgonga

Hóast Javnaðarflokkurin í gjár royndi at fáa í lag samráðingar um at fáa allar flokkar at vera við í einar breiðari býráðssamgongu í Tórshavnar býráð, verða tað helst Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, ið skipa samgongu

Síðani úrslitið av valinum týskvøldið hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin í Havn samráðst um at skipa samgongu.

Í gjárkvøldið, eftir at blaðið var farið til prentingar, skuldu flokkarnir aftur hava fund. Á hesum fundinum roknaðu flokkarnir við at koma ógvuliga nær einari endaligari semju.

? Vit skulu gera eitt nágreiniligt samgonguskjal, tí skulu samráðingarnar taka tað tíð, sum tær nú einaferð taka. Men møguleikin fyri, at vit skriva undir eitt samgonguskjal í kvøld er til staðar, segði Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum, tá vit tosaðu við hann á middegi í gjár.


Møtti ikki

Mikudagin sendi Tórfinn Smith, sum er valdur í býráðið fyri Javnaðarflokkin, eitt bræv til allar nývaldu býráðslimirnar. Í hesum brævi vísti hann á, at býráðsarbeiðið seinastu mongu árini hevur víst, at so at siga full semja hevur verið millum allar býráðslimir í so at siga øllum málum.

Tórfinn Smith heldur, at hetta saman við skrivingini í sambandi við býráðsvalið, kann skapa grundarlag fyri einari breiðari býráðssamgongu. Tí beyð hann øllum nývaldum býráðslimum til fundar í býráðssalinum í Havn klokkan níggju hósmorgunin.

Men fundurin hevði lítlan áhuga millum hinar flokkarnar. Fólkaflokkurin møtti ikki, og Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum boðaði frá, at almennar samráðingar í løtuni eru millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

Leivur Hansen úr Tjóðveldisflokkinum, sum ikki er við í samráðingunum um nýggja býráðssamgongu, var tann einasti, ið tók undir við hugskotinum hjá Tórfinni Smith.


Formaðurin ikki funnin

Sambært fráboðanunum frá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, ganga samráðingarnar um nýggju býráðssamgonguna væl. Men flokkarnir hava enn ikki funnið út av, hvør skal eiga býráðsformannin.

? Vit hava ikki beinleiðis umrøtt nakran persón til hendan sessin enn. Vit hava gjørt eina beinagrind til eitt samgonguskjal, sum vit nú skulu byggja víðari á, segði Heðin Mortensen á middegi í gjár.

Mest sannlíka er kortini, at tað antin verður Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum ella Jan Christiansen úr Fólkaflólkaflokkinum, ið fer avstað við borgarstjórasessinum.

Heðin Mortensen fekk mestar atkvøður til býráðsvalið týsdagin. Hann fekk 630 atkvøður.

Jan Christiansen fekk ikki mestar atkvøður á Fólkaflokslistanum, men hann hevur av Fólkaflokkinum verið mettur sum eftirmaðurin hjá Poul Mikkelsen, sum ikki stillaði upp aftur í 1992. Í samgonguni, sum sat frá 1992 til 1996, varð Fólkaflokkurin hildin uttanfyri.

Jan Christiansen er einasta umboðið hjá Fólkaflokkinum, sum varð afturvalt í ár. Tí er hann tann einasti, ið hevur politisku royndirnar til at gerast borgarstjóri. Jákup Suni Simonsen hevur politiskar royndir úr Løgtinginum, men júst tað, at hann er løgtingslimur og harafturat hevur egið virið, kann vera orsøk til, at hann ikki tekur av einum tilboð um at gerast býráðsformaður.

Ein annar møguleiki er, at Bjarti Mohr verður býráðsformaður. Men hann er nývaldur og hevur ikki tær stóru politisku royndirnar.