Landsstýrið hevur ikki gjørt stórt fyrireikingararbeiðið í samband við at danski forsætisráðharrin kemur á vitjan.
Upprunaliga skilti løgmaður, at ørindini í høvuðsheitinum vóru at vitja Javnaðarflokkin.
Tað eru kortini átrokandi mál at tosa um, eitt nú flogvallarmálið, marknamálið og heldur óhepnu úttalilsini hjá formanninum í Ráðgevandi nevndini, sigur løgmaður.
Harnæst fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður at greiða frá arbeiðnum í sjálvstýrismálinum.
Av tí at slíkur orðagangur er í sambandi við ferðina hjá Ráðgevandi nevndini í Føroyum, fari eg at gera Nyrup Rasmussen vart við, at formaðurin leggur seg út í almenna orðaskiftið um føroysk búskaparmál.
Eg fari at greiða Nyrup Rasmussen frá, at tað er skeivt at byggja okkara fíggjarpolitik á eitt metár bæði í veiðu og prísum.
Tað hevur ført til at danir nú tosa um, at vit ikki hava brúk fyri kontanthjálp, sigur løgmaður.
Tað er harmiligt, at vit í Danmark, verða mett sum viðskiftafólk, ið hava brúk fyri almennari hjálp. Tað ætli eg mær at átala, sigur løgmaður.
Hví hendir einki í rættarmálinum við Den Danske Bank?
Úttgangsstøðið er, at føroyingar løgdu sak ímóti danska statinum í bankamálinum, men at báðir partar vóru samdir um at fáa politiska semju. Tí tóku vit rættarmálið aftur, tá avtalan varð gjørt í juni mánað.
Rættarmálið móti Den Danske Bank er undir fyrireiking, men varð tarnað eitt skifti, av tí at okkara advokatar ikki vildu halda fram, tá danska stjórnin, vegna okkum, yvirtók rættarmálið.
Av tí at málið prinsipielt hevur týdning fyri okkum, hava vit hjálpt stjórnini við málinum, sum nú gongur sína gongd, sigur Anfinn Kallsberg.