Eingin er fullspottaður, fyrr enn hann hevur spottað seg sjálvan

Hetta var tað fyrsta, sum rann mær til hugs, tá eg hoyrdi landsstýrismannin Bill Justinusen úttala seg til sjónvarpið týskvøldið. Landsins hægsti maður í heilsumálum ákærdi allar føroyingar, sum eru sjúkir ella í komandi døgum eru fyri tí vanlagnu at gerast sjúkir og ikki kunnu viðgerast her heima, fyri kosta alt ov nógv.
Heilt erligt Bill Justinussen. Danir siga: Gå hjem og vug.....

Valskráin
Ætla politisku flokkarnir í Føroyum at standa rætt, meðan ein landsstýrismaður og flokkur spælur politikk, tí annað kann tað ikki kallast.
Ferð eftir ferð hoyra vit um eykajáttanarlógir tá ferjur, vegir, tunnlar v.m. skulu gerast, men nú verður rópt varskó, nú FAMILIAN er komin í vanda, tí onkur í familjuni "kostar" ov nógv.
Var familjan ikki í hásæti í tíni valskrá Bill Justinussen??????
Hvat ætlaði tú tá tí sjúka familjuliminum??????????

Mammon vann
Um hetta er ein roynd at sleppa undan at detta í gloymskurnar hav, so er ikki neyðugt, tí tú verður mintur fyri fleiri aðrar sakir. Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, sum eitt ella annað skuldi gerast við. Sjálvur vart tú har niðri og sá skilið OG LOVAÐI bata.
Úrslitið var E I N K I, tí leigusáttmáli var gjørdur fleiri ár fram í tíðina, so Einki kundi gerast við ein ónýtiligan bygning. Visti tú ella stýrið hjá tær ikki hetta áðrenn tú fórst til Keypmannahavnar? Í hesum føri hevði Familjan og trivnaður hennara einki at siga. MAMMON VANN. Her skuldu føroyingar lært av 3. partinum í ríkinum, grønlendingunum.

Góðska og tryggleiki
Seinastu árini er lønin hjá løgtings- og landsstýrisfólkum hækkað munandi, fyri at tryggja góðsku, og tí at arbeiðið er so krevjandi, men er hetta úrslitið, so Gud náði tann neyðars føroying sum gerst ella er sjúkur og ikki kann fáa læknahjálp í Føroyum, tí ikki er vist, at peningur er til læknahjálp.

Sjálvstýrið og frælsi
Landsstýrið tosar um sjálvstýrið, og Hann hjálpi tú mær, um teir ikki loyva sær at taka FRÆLSI í sín munn. Hetta má so bert galda tey, sum nú og í framtíðini eru frísk ella hava møguleika at fara til útlondini og gjalda sjúkrahúsrokningina sjálvi
Hvør mátti vera við at gjalda ferðina hjá Bill til Keypmannahavnar at kanna Hotel Tórshavn? Kanska hann, sum gerst sjúkur í nærmasti framtíð og hevur fyri neyðini at fara uttanlanda at søkja sær læknahjálp? Pápin í sjónvarpinum var uttan iva við.

Ein maður er ein maður
Í dag, novembur 2002, er ikki nóg mikið við kenslubornum rópum sum : Móti samkyntum skrásettum parlag! NEI, kom út úr skápinum og vís, at familjan og trygleiki hennara og hjá einstaka føroyinginum hevur alt at tíða í tínari verð og krev á eini eykajáttanarlóg neyðugan pening, tí eingin kann í ár við vissu siga, hvussu nógv er neyðugt næsta ár á hasin økinum.
Er hetta ikki Løgtingsins vilji, Set so landstýrissessin í veð. Tá hevur tú staðið sum ein maður við títt orð. Annars???????????
Trygdin hjá tí einstaka føroyinginum og familjuni er tað verd.
Við vón um tryggleika hins einstaka og familjur-nar.