Eingin ferðsla gjøgnum miðbýin

Ein stórur krani forðar fyri, at bilar kunnu koyra gjøgnum miðbýin, og tað gongur út yvir handilslívið. Býráðið hevur givið loyvið til hetta, men hevur ikki tikið handlarnar við upp á ráð. – Hetta er enn eitt dømi um, at handilslívið í miðbýnum eigur ongan góðan í býráðnum, Hans Waag, eigari og stjóri í Handilskjarnanum

Føroya Banki skiftir vindeygu í deild síni í miðbýnum í Havn. Til at gera hetta arbeiði hava teir fingið ein krana at hjálpa sær. Men hesin stóð í gjár fyri innkoyringina til Steinagøtu, sum er einasti vegurin, ið førir framvið eitt nú Telebúðini og Handilskjarnanum.

Býráðið hevur givið loyvi til hetta arbeiði, men hevur ikki tikið handlarnar við upp á ráð, og tað ilskast eigarin og stjórin í Handilskjarnanum, Hans Waag, um.

– Tað stendur ein maskina og blokerar soleiðis, at eingin ferðsla sleppur gjøgnum býin, og tað merkist sanniliga aftur, sigur Hans Waag, sum ikki bert er argur um hetta, men eisini tað, at handlarnir ikki eru tiknir við upp á ráð.

– Eingin er kunnaður um hetta, men býráðið hevur bara givið loyvi til hetta, og tað er enn eitt dømi um, at handilslívið í miðbýnum ongan góðan eigur í býráðnum, sigur Hans Waag. Hann heldur, at tað hevði verið upp á sítt pláss, um handlarnir vórðu hoyrdir um hetta.

– Ella at vit fingu at vita, at tann og tann dagin verður tað soleiðis, sigur Hans Waag, sum harmast um, at hetta arbeiði, sum forðar ferðslu gjøgnum miðbýin, verður gjørt í dagtímunum.



MyndtxT:

Ein stórur krani uttan fyri Føroya Banki forar ferðsluni gjøgnum miðbýin