Sjómannadagur
Ein afturvendandi partur av sjómannadegnum hevur verið ein stór fiskivinnuráðstevna, sum hevur verið hildin í Klaksvík. Men í ár er lítil hugur at gera so nógv burtur úr hesum partinum, sum annars hevur verið sera væl umtóktur hini árini.
Fiskivinnuráðstevnan í Klaksvík hevur verið væl vitjað, og fyrireikararnir hava øll árini syrgt fyri, at týðandi kreftir innan føroysku fiskivinnuna eru slopnir til orðanna. Útlendskar kreftir hava eisini verið við, eins og politisk umboð og umboð fyri fiskifrøðingar og fólk við skili fyri tølum.
Nú løgtingið er í holt við at áseta fiskidagar fyri komandi fiskiár, og landsstýrismaðurin hevur skotið upp at skerja dagarnar hjá partrolarum við 20% og hjá húkaflotanum við 50%, duga norðoyingar ikki at síggja nakra serliga meining í hesi stevnu.
Í gjár var málið um fiskidagar so til aðru viðgerð á løgtingi, og tá var uppskotið, sum ein minniluti í vinnunevndini hevur mælt til, samtykt.
Tað var minnilutauppskotið hjá Heina O. Heinesen og Pálli á Reynatúgvu í vinnunevndini um eina 20%-skerjing í øllum veiðibólkum, sum vann frama.
Í morgin verður triðja og seinasta viðgerð av málinum um fiskidagar, og tá fæst endaliga at vita, hvussu útfallið verður.
Lítil meining
John William Joensen, sum er ein av fyrireikarunum aftanfyri sjómannadagin, sigur, at fiskivinnan í Klaksvík ikki hevur serliga stóran áhuga í at skipa fyri fiskivinnuráðstevnuni í ár, nú vinnan metir, at politiski ágangurin er so stórur við stóru skerjingini av fiskidøgum.
Óli M. Lassen, reiðari, sum hevur verið ein av stigtakarunum til fiskivinnuráðstevnuna, viðgongur, at stevnan verður av ongum í ár – júst av hesi orsøk, at gingið verður lívgrundarlagnum hjá vinnuni so nær við skerjingunum.
- Ein týðandi partur av lívsgrundarlagnum hjá norðoyingum er fiski-og útróðrarvinna, og nú løgtingið eftir øllum at døma fer at skerja fiskidagarnar so rívan, at henda vinna kemur á gravarbakkan, halda vit lítla meining vera í at brúka orku upp á eina fiskivinnuráðstevnu, sigur Óli M. Lassen.