Eingin framgongd innan orkuøkið

– Eg havi áður lisið orkuálit frá Oljumálaráðnum, seinri Jarðfeingi, og nú Orkudeildini á Umhvørvisstovuni – men síggi enn so at siga onga framgongd og litið fakliga væl undirbygdar áskoðanir og ætlanir, sigur Kári Thomsen í lesarabrævi.

 

Hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann umtalar landsstýrið og fakfólkini innan orkuøkið í Føroyum. Hann heldur, at her er hent alt ov lítið.

– Vónandi kann eitt nýtt landsstýri og meira fakliga køn og dugnalig fólk manna nýggj størv, tí tað, sum hevur verið lagt fram farnu fýra árini, er átaluvert og fyri ikki at siga undir alt lágmark. Og tað sama kann sigast um arbeiðið hjá Orkudeildini á Umhvørvisstovuni.

Kári Thomsen vísir á, at Orkudeildin á Umhvørvisstovuni legði í gjár fram á miðlar okkara meting teirra um fimm tey týdningarmestu mál innan orkuveiting og minking í útlátum av veðurlagsgassum, vísandi til París-avtaluna. Útlátið av CO2 var frá Veðurlagsálitinum í 2009 ætlað av verða 20% minni í 2020 roknað frá útlátinum vit høvdu í 2005, men er hinvegin økt 10%.

– Ambitióninar at minka útlátið við 45% til 2030 og at hetta skal verða heilt burtur í 2050 kunnu tí sigast verða meira enn bara eitt sindur ivasamar og optimistiskar, sigur Kári Thomsen.

Hann vísir á, at Orkudeildin umrøður at skiftið til grøna orku skal ganga nógv skjótar enn vit hava sæð og fleiri átøk skulu setast í verk við avtøku av mvg á hitapumpur, elbilar og vetnisbilar, og vit stutt sagt slettis ikki hava stundir at bíða eftir politikkarunum, ið heldur ikki farna 4-ára valskeið megnaðu at fáa samtykt eina nýtiliga náttúrufriðingar- og margfeldislógávu.

Víðari sigur hann, at Orkudeildin umrøður, at vit skulu hava 30 vindmyllur upp næstu 10 árini, og alneyðugt verður við milliarda íløgu í pumpuskipanir til at goyma vindorku, ið ikki fæst til gagns tá eingin brúkari er tøkur t.d. á náttartíð.

– At einki annað enn vindorka og pumpuskipanir er á skránni hjá Orkudeildini kann sýnast heldur veikt og mangulfult, tá ið vit hava fleiri aðrar varandi orkukeldur at dúva á, næst at spurningur kann setast hvar vetnið skal koma frá til umrøddu vetnisbilar. Vit fáa tørv á vetni til annað enn bilar, og verður einki brennievni til skipaflotan, verður skjótt øskukalt. Tí kann spurningur setast, hvussu skilagott tað er at brúka milliardir til pumpuskipanir heldur enn til vetnistøkni – ið bæði veitir ravmagn til hitapumpur og bilar og ikki minni brennievni til skip og flutningsfør, skrivar Kári Thomen.

– Einki verður nevnt um sjóvarfallsorku, alduorku ella sol- og dagljósorku, og einki verður nevnt um orkusparingar á verandi fossilu veiting til hús og bygningar, sigur hann.

Hann hartar Orkudeildina og ynskir, at tey koma við langtíðarætlanum.

– Ein kann tí spyrja, um Orkudeildin á Umhvørvisstovuni ikki eigur at koma við einari breiðari lýsing ella heildarætlan fyri komandi áratíggju, har øll atlit verða tikin við – bæði viðvíkjandi nátturuvernd, tryggjan av lívfrøðiliga mergfeldni og tryggjan av siðsøguni – okkum og komandi ættarliðum til miklan sóma, og ikki minni at lýsa hvar okkara fiskiskip og flutningsfør á sjónum eru stødd í tøkniliga framburðinum at fáa til vega reina og varandi orku, skrivar Kári Thomsen.


Les alt lesarabrævið her.