Leikaraskifti
Tað var á hesum síðum roknað við, at Karsten From fór at teljast millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, tá NSI tók ímóti GÍ sunnudagin.
Í so máta gjørdust áskoðararnir við Løkin tó vónsviknir, tí nýggi framherjin var als ikki við í hópinum til dystin.
Seinkað viðgerð
Orsøkin til hetta var, at sáttmálanevndin hjá FSF enn ikki hevur viðgjørt sáttmálan, sum HB fríggjadagin lat inn til góðkenningar.
Dánjal Andreasen, sum umframt at vera formaður í Fótbóltssambandinum, eisini er formaður í sáttmálanevndini, sigur, at orsøkin til hetta er, at nevndin ikki var fullmannað undan vikuskiftinum.
- Vit hava so ein fund seinnapartin í dag (mánadagin, blðm.), og har skulu vit so antin góðkenna ella vraka sáttmálan, sum HB og Karsten From hava latið inn til góðkenningar.
Verður hesin sáttmálin góðkendur, er einki til hindurs fyri, at From er tøkur til næstu uppgávuna hjá NSÍ. Bæði sáttmálin millum HB og From, og umbønin um at flyta leikloyvið til NSÍ, eru latin Fótbóltssambandinum undan 10. august, sum annars er evstamarkið fyri leikaraflyting. NSÍ hevur eisini fingið at vita, at hóast seinkaðu viðgerðina, so er eingin trupulleiki at flyta leikloyvið, um so er, at leikarin undan hesum hevur góðkendan sáttmála við HB.