Eingin geisling staðfest frá USS Albany

Í døgunum 12-17. juli hevur amerikanski kavbáturin USS Albany (SSN-753) vitjað í Føroyum og ligið við bryggju á Oyrareingjum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivar, at USS Albany er ein kjarnorkurikin kavbátur í Los Angeles flokkinum, við einari framleiðslumegi á 165 MW. Manningin telur áleið 110 sjófólk.

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Vørn samstarvaðu um serligu tilbúgvingarátøkini í sambandi við vitjanina.

 

##med2##

Vørn tók ímóti USS Albany við vaktar- og bjargingarskipinum ‘Tjaldrið’, tá kavbáturin kom inn í føroyskt sjóumveldi og fylgdi honum inn til havnina á Oyrareingjum. Undir vitjanini á Oyrareingjum lá Tjaldrið á Kollafirði. Tá vitjanin var liðug, fylgdi Tjaldrið USS Albany út aftur úr føroyskum sjóumveldi


Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði støðugt eftirlit við geisling, meðan USS Albany sigldi í føroyskum sjóumveldi og lá við bryggju á Oyrareingjum. Eftirlitið bleiv framt við geislamátiútgerð í økinum kring havnina á Oyrareingjum, við dagligum mátitúrum við serútgjørdum geislamátibili og við at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði starvsfólk við geislamátiútgerð umborð á Tjaldrinum undir sigling. 

##med3##

 

Í samstarvið við Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Vørn vóru regluligar vatnroyndir harumframt tiknar í firðinum.

##med4##

 

Ongin geisling bleiv staðfest í sambandi við vitjanina hjá USS Albany