Amerikanska súkklarin, Lance Armstrong, verður neyvan við í kappingini Giro d’Italia í ár, men í staðin fer nýggja felag hansara, Team RadioSchack, at satsa upp á Tour of California í USA. Tað sæst á álmanakkanum, ið var almannakunngjørdur í farnu viku. har sæst eisini, at Armstrong helst fer til Tour of Murcia og Milan-San Remo í mars – um hann altso fær innbjóðing frá hesum kappingum.