Hon spældi leiklutin sum Pia, Grand Prix fan ella fanatikari. Pia hevði eitt sítt dreymastarv við at gera samrøður við luttakararnar, men sjálv er Mia eingin Grand Prix fan.
? Heilt erligt. Eg leggi ikki so nógv í Grand Prix, men eg havi hugt at tí. Og mín yndissangur er Hallelujah (Ísrael 1979, blðm), sigur Mia.
Mia arbeiðir til dagligt sum sjónleiki. Fyri tveimum vikum síðani varð hon spurd, um hon hevði hug at vera í Melodi Grand Prix, og hon sigur seg bara vera væl nøgda við úrslitið. Og ógvuliga passandi við eina samrøðu við eitt føroyskt blað, kunnu vit avdúka hennara yndissang leygarkvøldið.
? Mín favorittur var Petsi, og tað segði eg eisini við hana, sigur Mia Lyhne.