- Eingin hevur kravt hetta av mær

- Tað er mín egna avgerð. Eingin hevur kravt hetta av mær. Eg føli at tað er rætt, at hon ikki skal hava tann trupulleikan, at pápi hennara er landsstýrismaður. Eg haldi sjálvur, at tað ikki virkar, og tað er orsøkin til broytingina.


Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at tað kom fram í síðstu viku, at dóttur hansara, Poula Michelsen Kass, var farin úr nevndini í Posta.


- Á aðalfundinum varð ein útskifting gjørd í nevndini. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur valt Jónu Olsen, rakstrarstjóra á Føroya Tele í nevndina, og Poula Michelsen Kass er farin úr nevndini, skrivaði Posta í ársfrágreiðingini um broytingar í nevndini.


Landsstýrismaðurin leggur dent á, at hóast hann ikki metir, at talan hevur verið um ein gegnistrupulleika, so ger broytingin, at hvørgin teirra kann enda í eini óhepnari støðu.


- Eg eri aldrin á nevndarfundi í Posta, og komi í arbeiðinum bara í samband við sjálvan formannin. Men tað kemst ikki undan, at hon kann enda í óhepnum støðum, tí tað er landsstýrismaðurin, ið varðar av økinum, sigur Poul Michelsen.