Eingin ivi á Hálsi

Neistin greiddi sína skyldu móti grann­unum úr Kyndli, og skal nú fyrireika seg til finaluna um finaluplássið

Floytan hevur ljóðað fyri sei­nastu ferð. Tvey stig afturat eru komin í hús. Enn ein arbeiðsdagur á vøllinum er lagdur afturum. Og nøs­irnar venda móti skift­ingar­rúminum eru allir vitandi um, at avgerðin fellur ikki fyrr enn um tríggjar vikur.

Neistin greiddi í gjár sína skyldu í grannauppgerðini móti Kyndli. Leiðslan hjá bláa høvuðsstaðarfelagið var – burtursæð frá einu løtu í seinna hálvleiki – ong­antíð hótt, og sigurin var fult uppiborin. Men tað hevði ikki stórvegis týdning í morgun. Nú bíða neistafólk eftir avgerandi dystinum um finaluplássið, sum verð­ur leiktur 29. mars.

Eingin ivi

Neistin var við yvirlutan í stórum løtum av dystinum í gjár. Grannarnir úr Kyndli royndu at taka ferðina úr dystinum, men neistamenn lótu seg ikki ávirka. Við skjótum og hugflogsríkum álopsspæli hevði verjan hjá grannunum ofta bestan hug­­in bara at hyggja at.

Fyri viku síðani gjørdi Torvald Abrahamsen úr Kyndli greitt, at teir skuldu í øllum førum syrgja fyri, at Neistin ikki sleppur í final­una. Spenningurin und­­an dystinum var eisini, um Kyndil kundi leggja fót fyri grannunum. Men tað sást tíðliga, at tað fóru teir ikki.

Royndu at hótta

Kyndil royndi at hótta leiðsl­una eftir steðgin, og einu løtuna vóru teir heilt nær við. Men í løtum tóktist tað, sum teir einans høvdu dómaraavrikið í huganum. Við fýra minuttum eftir at spæla, var Neistin á odda við trimum málum, 25-22. Og tá Kyndil misnýtti upp­lagdan møguleika at koma enn nærri, slapp bláa helvtin av høvuðsstaðnum avstað.

Hans Áki Dal-Christian­sen var hesa ferð undan­gongumaður hjá Kyndli. Hann stóð í alt fyri 11 av málunum hjá teimum grønu.

Neistin vann tá avtornaði 29-22, og hóast sjálvt spæl­ið ongantíð var í hásæti, var breiddin hjá steypavinn­ar­unum teimum til greiðan fyrimun.

Nú skal alt avgerast

Neistin kann nú gera klárt til finaluna undan finaluni. Tann 29. mars verður avger­andi dystur millum teir bláu og H71, har vinnarin helst vinnur sær sæti í finaluni.

Neistin, sum hevur havt takið á hoyvíkingum í ár, bíðar framvegis eftir enda­ligu avgerðini um dystin móti VÍF. Vinnur bláa høv­uðsstaðarfelagið ikki tey stigini, hava teir brádliga ryggin móti múrinum.

Men føroyameistararnir eru í øllum førum til reiðar at varðveita føroyameistara­heitið!

 

----

FAKTA um dystin

Neistin-Kyndil 29-22 (15-11)

10 min: 4-4

20 min: 11-8

30 min: 15-11

40 min: 21-15

50 min: 23-20

Málskjúttar

Neistin: Jugoslav Djumic 8, Karl Herup Olsen 5, Birgir Poulsen 5, David Edvardsen 3, Tróndur Kragesteen 3, Blagoje Buha 2, Finnur Hansson 2, Karl Odmar Rasmussen 1

Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 11, Jónleif Sólsker 3, Janus Einar Sørensen 3, Bárður Johannesen 2, Hans Arni Thomsen 2, Torvald Abrahamsen 1

Brotskøst: Neistin 2, Kyndil 8

Útvísingar: Neistin 2, Kyndil 4

Dómarar: Kristian Johansen & Heri Petersen