Tað var kanska ikki annað enn væntandi, at toftamenn skuldu kanna sær øll stigini, tá teir um vikuskiftið løgdu fóru til suðuroyðar at spæla móti sumbingum.
Hvat vónum undan kappingarárinum viðvíkur, so er heldur einki dulsmál, at stórur munur er á ætlanunum hjá báðum liðunum. Meðan sumbingar hava sett sær sum mál at halda sætið í bestu deildini, vilja toftamenn nevnliga gjarna sleppa upp móti tindunum, og hetta kom eisini til sjóndar í dystinum sunnudagin.
Høvdu tamarhald á
B68 var liðið, sum byrjaði betur. Teir vóru spælstýrandi meginpartin av fyrra hálvleiki, og sjálvur hildu teir eisini, at leiðslan væl kundi verið størri enn tey bæði málini, sum vóru, tá liðini bæði fóru til hálvleiks.
Undan fyrsta málinum hjá toftamonnum fingu teir tó ein hvøkk, tá Dánjal Johan Joensen royndi seg úr á leið 40 metra fjarstøðu. Bólturin støkk tó á tvørtræðið, og so var vandamesta royndin hjá Sumba í fyrra hálvleiki av.
Brasiliumaðurin, Marcello, legði útiliðið á odda, tá einir 20 minuttir vóru leiktir. Bólturin varð stungin inn um sumbiarverjuan, og einsamallur við Eigili Olsen kundi Marcello seta bóltin í netið.
Fáar minuttir seinni kundi Fróði Benjaminsen økja til 2-0, og sum skilst var hetta málið beint eftir bókini. Marlon sendi hegnisliga bóltin inn um verjuna, har Øssur longu hevði sæð møguleikan og við fullari ferð rann ígjøgnum rangstøðufelluna. Bólturin varð síðani trillaður út frá til Fróða, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar av at geva seinasta skumpið í málið.
Dovanði móti endanum
Seinna umfari høvdu toftamenn eisini leikliga yvirvág fyrstu løtuna, og tað eydnaðist teimum eisini at økja upp í 4-0, soleiðis at ivi ikki skuldi verða um úrslitið.
Fyrra málið skeyt Súni Fríði Johansen upp á brotsspark, eftir at Øssur Hansen varð feldur inni í brotsteiginum, meðan Fróði Benjaminsen skeyt seinasta toftamálið, tá hann brádliga gjørdist leysur inni í brotsteiginum.
Sum vera man, so dovnaði spælið eisini nakað, so hvørt sum sigurin gjørdist alt meira vísur, men móti endanum fekk Sumba kortini lagt eitt hampuligt trýst á B68 málið.
Hetta gav eisini úrslit í einum máli, sum innskifti Jan Poulsen stóð fyri, men tá vóru teir 90 minuttirnir longu leiktir, og meira enn troystarmál gjørdist ongantíð talingur um.
Lítla breidd
Toftamenn hava nú vunnið sær seks stig fyri tríggjar dystir, og hóast teir vóru við undirlutan móti B36 fyri viku síðani, so munnu viðhaldsfólkini tó hava góðar vónir um eina endastøðu ovarlaga á stigatalvuni.
Størsti trupulleikin er tó uttan iva, at liðið so at siga onga breidd hevur, og at skaðar og leikbann tískil raka sera meint. Móti Sumba framdi Jóannes Jacobsen tríggjar útskiftingar, og serliga tvær teirra vóru nokk so sigandi fyri breiddina í hópinum.
Tá hálvur tími restaði, varð 16 ára gamli Jann Ingi Petersen sendur á vøllin, og tá átta minuttir vóru eftir at leika, sendi 39 ára gamli venjarin seg sjálvan á vøllin!
Tað er eitt sindur fráliðið, síðani Jóannes seinast leikti fyrstudeildarfótbólt her heima, og einki er at ivast í, at vóru aðrar loysnir, so hevði hann nýtt hesar, heldur enn at senda seg sjálvan á vøllin.
Verður tungt
Hjá sumbingum er einki at ivast í, at tað verður sera striltið at halda sessin í bestu deildini í eitt ár afturat.
Serliga er tað tann sannroynd, at fleiri av hinum liðunum, sum væntandi skuldu stríðast við sumbingarnar, longu hava kraddað sær fleiri stig, og at sumbingar tí longu nú eru um at verða sigldir afturúr.
Komandi vikuskftið skulu teir í Gundadal at leika móti B36, og hóast teir altíð geva seg fult út á vøllinum, so er neyvan væntandi, at teir fáa stig burtur úr hesum dystinum.
Toftamenn hava heimavøll móti sandoyingum komandi vikuskifti, og megna teir eisini at fáa fulla úrtøku úr tí dystinum, eru teir um at vera væl við í oddinum aftur.
Sum nevnt, so krevst tó nakað av hepni i nnan skaða- og karantenuøkini, um toftamenn skulu halda sær ovarliga í deildini alt kappingarárið, men hinvegin er sjáldan at hoyra um lið, sum liggja ovarliga hóast tey ikki hava neyðuga hepni.
Sumba-B68 1-4 (0-2)
0-1 Marcello 20.
0-2 Fróði Benjaminsen 26.
0-3 Súni Fr. Johansen 81 (br.)
0-4 Fróði Benjaminsen 81.
1-4 Jan Poulsen 90.
Dómari: Suni Johansen
Sumba:
Eigil Olsen - Dánjal Johan Joensen, Marlon Kjærbo, Brgur Vinther - Mortan úr Hørg, Sasa Tomajek, Spasoje Biberdzic, Hans Jacob Thomsen, Nikola Biberdzic - Eirkur Joensen, René Thomsen
B68:
Magnus Poulsen - Mannbjørn Nesá, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen - Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Marlon, Eyðstein Skipanes - Súni Fríði Johansen, Marcello