Eingin ivi um fremsta plássið

Fótbóltur: Men tað sást á spælinum, at HB menninir framvegis ikki eru komnir á toppin, og hjá GÍ kemur tað illa við, at skaðar gera um seg

HB vann bæði steypakapping og landskapping í fjør, og um vit ganga út frá úrslitunum í bólkaspælinum í steypakappingini í ár, so mugu vit rokna sigursvanda felagið sum favoritt til at endurtaka brøgdini frá í fjør.

Sunnudagin løgdu teir í HB á heimavøllinum í Gundadali enn eina alin afturat sigursrøðini. Úrslitið var 1-0, og einasta málið kom, tá bara ein lítil løta var eftir av fyrra umfarinum. Bartal Eliassen í GÍ verjuni var so óheppin, at hann við skallanum snittaði eitt langt innkast frá Allani Mørkøre inn fyri málið. Súni Fríði Johannesen smekkaði til úr heilt stuttari fjarstøðu, Sunvard Joensen, sum hevði eina røð av góðum bjargingum, hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men so sendi Jóhannis Joensen upp í nettakið.


Verður dýrt at missa

Felags fyri HB og GÍ er, at bæði liðini royna seg við flatari verju. Hjá GÍ eru Bartal Eliasen og Alvi Justinussen í miðverjuni, og hjá HB eru tað Hans Fróði Hansen og Hans á Lag. Hetta eru alt álitismenn í verjupartinum.

At eingin svipari er, sum liggur eitt sindur aftanfyri hinar í miðverjuni og hevur til uppgávu at tetta hol og meiri ella minni at taka sær av tí leysa, ger, at liðini hava ein mann meiri longri frammi á vøllinum, enn tey liðini, sum framvegis brúka aftasta mann. Hetta er sjálvandi ein fyrimunur í uppspælinum, men fyrimunurin minkar nógv, og hann kann gerast til ein bága, um uppspælið ikki flýtur nóg væl og er óneyvt, soleiðis at bólttapini verða ov mong, tá liðið er á veg fram.

HB og GÍ eiga nógvar góðar fótbóltsspælarar, og í løtum eydnaðist tað væl at fáa spælið at flóta, men tað vóru eisini nógv dømi um bólttap og harvið ábendingar um, at bóltførleikin ikki er tann, sum hann kann gerast seinni á árinum. Serliga í 2. hálvleiki tóktist tað sum um gøtumenn høvdu ilt við at fáa rætta bóltførleikan fram. Sum so mangan áður høvdu teir ilt við at fáa luft undir bóltin á undirlagnum á ovara vølli í Gundadali.

HB spældi seg fleiri ferðir til góðar málmøguleikar, og ofta var tað aftaná, at teir høvdu vunnið bóltin á miðvøllinum. Allan Mørkøre mundi úr leysum støðum og eitt sindur til høgru hava einar átta royndir móti málinum. Skotini vóru sum kanónkúlir, men Sunvard Joensen stóð hvørja ferð á røttum staði.

HB var umleið í tí uppstillingini, sum tað kann roknast við, at teir fara at brúka í landskappingini ? burtursæð frá at Magni á Lakjuni, sum er plágaður av skaða ? ikki var við.


Skaðaplágaðir

Gøtumenn noyddust eftir ein hálvan tíma at umskipa. Svend Olsen, sum hevði verið ytstur í vinstru í verjuketuni noyddist út, og Moises kom inn, men tað var á miðvøllin í vinstru, og so noyddust teir at taka Henning Jarnskor longri aftur á vøllin. Henning plagar at geva álopspartinum tyngd saman við Sámali Joensen. Sámal varð so mikið skaddur, at hann kom ikki inn aftur eftir steðgin, og tað var sjálvandi ikki til tað betra hjá gøtumonnum, at teir soleiðis mistu ein landsliðsmann og noyddust at flyta ein annan.

Í 1. hálvleiki hekk tað hampuliga saman hjá GÍ, men teir vóru ongantíð vandamiklir frammanfyri HB málinum ? burtursæð frá tá Rúni Justinussen í 2. hálvleiki kom ígjøgnum í høgru og legði flatt út frá til Magna Jarnskor, sum smekkaði á tvørtræið.

Símun Petur Justinussen vikarieraði fyri Sasha sum fremsti álopsmaðurin, og tað var sjón fyri søgn, at veteranurin hevur sæð betri dagar sum álopsspælari.

At Johan Nielsen ikki skifti seinna brasiliumannin inn, sjálvt um tað stóð so illa til við fólki, sigur ivaleyst nakað um dygdina í innfluttu spælarunum. Hjá Súna Olsen gongur spakuliga framá, og hjá gøtumonnum hevði tað verið kærkomið um hann, Sámal og Svend vórðu tøkir í vikuskiftinum.