Eingin kennur mein í annans bein

Eingin kennur mein í annans bein

 

Vit sum varða av limum/starvsfólkum í umsorganargeiranum, mugu gera vart við okkum, um tær ógvusligu príshækkingar ið skola innyvir okkum. Hetta er størsta príshækkingin í eitt mannaminni, og tað merkist.

 


 

 

Vit mugu tora at seta orð á hesi viðurskiftir, hóast at tað onkursvegna er skomm tengd av tí, at mann illa fær endarnar at røkka saman. Tó er tað eingin skomm, tí hetta er ein støða, ið vit øll eru komin í og ein støða ið vit onga ávirkan ella ábyrgd hava av, men broytta støðan ávirkan okkum ymiskt.

 


 

 

Sum fakfelag, arbeiða vit við at tryggja keypiorkuna hjá okkara limum og sum støðan er í løtuni og hevur verið tað í fleiri mánaðir, so fáa okkara limir minni og minni í innkeypsnetið, tá teir fara til handils, í mun til áðrenn kríggið í Ukraina. Starvsfólk í umsorganargeiranum eru ikki tey við teimum høgu lønunum, men hinvegin tey ið allarstørstan mun arbeiða niðursettan brøk. Hesi starvsfólk eru ikki ein homogenur hópur, men eru ymiskt fyri fíggjarliga.

 


 

 

Familjumynstrið er broytt í mun til fyri 25 árum síðani. Tað eru alsamt fleiri stakir uppihaldarar ið hava bert eina inntøku at dúva uppá, aftur eru tað onnur, ið júst hava sett føtur undir egið borð og aftur onnur ið rinda høga húsaleigu. Tað er øgiliga trupult hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman.

 

Heilsuhjálparafelagið skrivaði undir nýggja semju 23. feb í ár, also beint áðrenn  kríggið. Verðin er ein onnur í dag og eingin kennir morgindagin. Tað er torført at spáa um framtíðina og hendan støðan vit øll eru komin í, men sum summi merkja meir enn onnur, eiga vit onga ábyrgd av, tó eiga vit sum samfelag, ábyrgd av, at tryggja, at eingin fer svangur í song og at øll hava tak yvir høvdið og tey neyðugu tingini sum ljós og hita.

 

Gerandisvørur eru vorðnar minst 6% dýrari eftir einum ári. Húsaleigan er hækkað við 17%, og brenniolja við 68%. Hetta er tøl frá Hagstovuni, men handan tølini búgva verulig menniskja, sum er alt annað enn miðaltøl.

 


 

 

Eingin skal ivast í, at okkara felag fer ikki at lata sínar limir fara fátækari frá næstu sáttmálasamráðing. Lønarhækkingin eigur minst at vera sum príshækkingarnar. Vit mugu eisini beinanvegin kanna eina skipan, har bólkar ikki gerast offur fyri ógvusligum príshækkingum, beint eftir loknar samráðingar.

 


 

 

Soleiðis sum støðan er í dag og tað sýnist sum at tað ikki batnar, eigur mann at fara inn politiskt og tryggja, at eingin samfelagsbólkur dettur niðurímillum. Nógv hevur verið tosað fátækramark og er støðan veruliga har, at mann noyðist at taka hetta upp á hægsta stigi. Tað er einans politiski myndugleikin, ið kann loysa hendan gordiska knútin!